Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Trúarinnar stríð og kampur, gleði og friður. Tað ljóðar sum ein mótsøgn. Tá ið vit lesa um framstandandi kristin fólk í farnari tíð, er tvístøðan sjónlig.

Møguliga dylja vit kristnu í dag, at ikki alt er so vakurt innaní okkum, sum tey ytru viðurskiftini boða frá.

Eingin orsøk er at varpa alt út um allar geilar, men at gera myndina av sær sjálvum vakrari enn hon er gagnar valla í longdini.

Í 2017 hátíðarhildu vit, at fimmhundrað ár vóru liðin síðan trúbótina í Týsklandi. Í stuttum kann sigast, at Martin Luther (1483-1546) stríddist álvarsliga við sína egnu trúgv. Tann stóri spurningurin var: Hvussu fái eg ein náðigan Guð?

Hann var í djúpari sálarneyð, kvøl og angist. Hann píndi sítt egna likam og helt føstu. Trúgvin gav avmarkaða hvílu. Trúgvin var eitt kall til rannsakan. Trúgvin í hjartanum skuldi síggjast ítøkiliga í samfelagnum sum góðgerðir og umsorgan móti teimum treingjandi. Guð og medmenniskjað áttu at vera miðdepilin.

Við eina gudstænastu í dómkirkjuni í oktober 2017 nevndi undirritaði, at trúarorðini í okkara kirkjuligu skipan byrja við at avnokta djevulin. Sama avnoktan er neyðug, tá ið vit umtala søguna.

“Nevndi frymil er gagnligur til tess at halda okkum á skilagóðari kós, nú vit fagna trúbótini og avrikunum hjá Martini Luther. Søguliga vita vit, at trúbótin elvdi mikið stríð bæði í samtíð Luthers og árunum aftaná. Kríggj, forfylging, kúgan og andaligt trongskygni komu í kjalarvørrinum av trúbótini, og júst hetta er ikki nakað bringuprýði í kirkjusøguni.

Tá ið vit fagna Martini Luther er skilagott at staðfesta, at vit taka frástøðu frá hansara ógvusligu orðum móti bøndrunum og minnilutum. Vit staðfesta, at hóast vit fagna læru Luthers um skriftina og trúnna á Jesus Krist, taka vit frástøðu frá teimum ógvusligu og niðrandi tónunum, ið hann nýtti móti teimum, ið høvdu aðra sannføring við atliti at trúnni og samfelagnum.”

Hetta tvíbýti í sinninum ella sálarliga ódnarveðrið kom eisini til sjóndar í Onglandi hundrað ár eftir Luther hjá prædikumanninum og rithøvundanum John Bunyan (1628-1688).

Mentanarligt samband var um Ermarsund. Tað var júst greiningin hjá Lutheri av Galatabrævinum, ið – næst halgubók – vísti John Bunyan vegin til sálarfrið.

Áhugavert var at lesa hansara sjálvsævisøgu, ið er ærlig langt inn undir húðina. Ein harður kampur í sál og sinni. Viljin at hugsa og gera tað góða stríddist við ta avmakt, ið gjørdi tað ómøguligt at fremja Guðs vilja í hugsan og gerðum.

Tað ónda var fyri John Bunyan ein veruleiki. Djevulin dugdi kynstrið at sáða ótta og iva. Fær illimaður lækka okkara sjálvvirði, verða vit hildin niðri, mótfallin og máttleys.

Ævisøgan hjá John Bunyan hevur ein frígerandi undirstreym. Tann botnleysa skuldin fær botn í Guðs markleysu náði. Náði til øll fyri alt, um vit søkja Jesus og lata okkum reinsa í blóði hansara, sum er Guðs sáttargerð vára vegna.

Ævisøgan vakti spurningin innaní mær sjálvum: Hvussu verða tíðin og evnini nýtt, eftir at Guðs náði er nomin í bønini um fyrigeving syndanna? Hvør er tænastan og fyrsta raðfesting?

Er tað stríð um smálutir, siðir, meiningar, levnað og úttalilsir hjá øðrum? Hvat er aðalmálið, og hvar er fokus? Vil eg vinna Jesusi lærusveinar ella fáa undirtøku frá menniskjum fyri míni egnu hugsan?

John Bunyan svaraði fyri seg: “Eg havi ongantíð havt áhuga í at úttala meg um spurningar, sum trúgvandi eru ósamd um, serliga ikki um teir hava minni týdning. Men tað hevur glett meg at kempa fyri trúarinnar orðum um fyrigeving syndanna við Jesu deyða. Hinar spurningarnar lat eg liggja, tí eg sá, at teir einans elvdu til stríð.”

John Bunyan spyr seg sjálvan, hvat hann skal siga við tey menniskju, ið dálka hansara umdømi við søgum t.d. um leysingabørn og konufólk. Hann valdi at binda frið og sá leysasøgurnar sum ein prýðislut, ið fylgir teimum trúgvandi, sum líða vegna trúnna. 

Hann varð av myndugleikunum settur í varðhald í tólv ár fyri at prædika Kristus í eini fríkirkju í Bedford, ið stóð uttanfyri Church of England. Hann nýtti árini í fangaskapi til at arbeiða við sær sjálvum inni við Guðs ásjón og undir hansara rannsakandi dómi. Tann markleysa náðin møtti einum manni við botnleysari skuld.

“Mitt størsta ynski fyri tænastuni var at koma til teir myrkastu partarnar av landinum og virka millum menniskju, ið vóru longst burtur frá játtanini. Tað var ikki tí, at mær ikki untist í ljósinum, men tí eg var kallaður at prædika veking og umvending...” 1)

Hvussu arbeiða vit, ið prædika? Boða vit Jesus fyri útvaldum í vakrari lon, ella birta vit ljós á myrkari støðum? Ævisøgan dvaldi við orðið um ta markleysu náðina í Jesusi.

At bera menniskjum henda boðskapin var aðalmálið hjá John Bunyan. Samstundis peikaði tað etiska kravið um halgan inneftir og setti krøv til prædikumannin. Amen.

Orðið: “Men lógin kom aftrat, fyri at misgerðin kundi taka til; men har sum syndin tók til, har varð náðin enn meira ovurhonds ríklig.” (Rómverjabrævið 5,20).

Jógvan Fríðriksson, biskupur
    
Heimild:
Jonh Bunyan, “Grænseløs nåde”, Credo Forlag 2000, bls. 70-72.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo