Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í dag hósdagin 17. august lat nýumvalda bowlinghøllin upp aftur í Havn, nú við navninum Bowl.

Konseptið er tað sama, tó við ymsum afturat. Bowlingbanarnir eru nýggir, matstovan letur upp í nýggjum hami og eitt aktivitetsrúm er gjørt, har møguleiki er at spæla dart, boccia og ymiskt annað. 

Eigarirnir eru spentir uppá verkætlanina og siga at Bowl bæði er ætlað familjum við børnum, ungum, fótbóltsáhugaðum, vaksnum, ja øllum ið ynskja at hugna sær á ymsan hátt og eta væl.

Eigarir eru Hjalti, Rúni, Ingi og Tóki. Dagligir leiðarar fyri nýggja hugnaliga staðnum eru Tóki Skeel Nolsøe, og Ingi Solberg Joensen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo