Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tann 8. oktobur 2020 lýsti Leiklistafylkingin 2020 eitt boykott av Tjóðpalli Føroya.

Grundgevingarnar fyri boykottinum vóru hesar:

Áramálsetanin skal virðast. Leiklistafylkingin 2020 hevur mótmælt stjórasetanini á Tjóðpalli Føroya síðani 31.03.2020. Tað er grundleggjandi skeivt og fakliga óforsvarligt, at sami stjóri skal mynda leiðsluna á Tjóðpalli Føroya í samanlagt 20 ár - sama hvør persónurin er.

Ongar eftirmetingar í fimtan ár. Í fimtan ár eru stovnur, virkistreytir, lista- og handverksliga støðið, samstørv, arbeiðsumstøður- og umhvørvið á Tjóðpallinum ikki eftirmett.

Fáir fundir hava verið, har Leiklistaráð og økið hava verið savnað. Eingin av hesum fundum, hava havt fakliga nóg viðkomandi fokus.

Ongar eftirmetingar eru gjørdar av samstørvum bólkar/leikhús hava havt við Tjóðpallin.

Leiklistaráðið hevur ongantíð vent sær til teir bólkar/leikhús, sum tey gera til- og frámæli um stuðul til og skulu varða av.

Setanartilgongdin 2020. Starvslýsingin er merkt av, at Leiklistaráðnum vantar innlit í, hvussu tílíkar starvslýsingar vanliga verða gjørdar.

Tíðarætlanin fyri stjórasetanini er ikki løgd til rættis á ein hátt, sum á yrkisleikhúsum tryggjar eina góða og smidliga yvirgongd. T.e. fráfarandi stjóri handar fyrisitingina til og lærir upp nýggja stjóran í eitt hálvt ár áðrenn formella starvsdagin.

Leiklistaráðið sigur: “Setanarsamrøðurnar vórðu skipaðar eftir siðbundnum leisti ...” Tjóðpallurin er bert fimtan ár, og tí er eingin siðbundin leistur.

Leisturin tey hava brúkt, líkist ikki teimum leistum, ið siðvenja er at brúka á yrkisleikhúsum aðrastaðni.

Einki starvsfólkaumboð hevur verið í ráðnum síðani februar 2019 og hevur tí ikki verið við til at orða starvslýsing og heldur ikki verið við til fyrsta umfar av samrøðum.

Leiklistaráðið grundgevur fyri stjórasetanini við samstørvum, ið hava verið við bólkar/leikhús í fylkingini.

Bólkarnir/leikhúsini eru ongantíð spurd, hvussu hesi samstørv hava verið.

Leiklistafylkingin 2020 hevur nú í skjótt fýra ár gjørt støðu sína heilt greiða. Enn er einki stig tikið til, at bøta um undirliggjandi orsøkirnar til trupulleikarnar handan omanfyristandandi atfinningar.

Leiklistafylkingin 2020 hevur á fundi tann 15. desembur 2023 viðgjørt støðuna. Úrskururin er tann, at sum støðan er nú, kemst ikki longur við at boykotta. Her stendur fast. Leiklistafylkingin 2020 vil fegin gera sítt til at tað loysnar og kemst víðari. Tí avlýsur hon boykottið.

Boykottið vardi frá 8. oktobur 2020 til 16. desembur 2023.

Við vón um, at komandi Leiklistaráð fer at hava ta fakligheit, ta virðing og tað hegni, sum skal til fyri at leiða leiklistaøkið.

Leiklistafylkingin 2020 avlýsir við hesum boykottið av Tjóðpalli Føroya.

Tórshavn tann 16. desembur 2023
Við leiklistakvøðu
Leiklistafylkingin 2020

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo