Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, hevur gjørt av at lata bráðfeingis neyðhjálp til Ísrael, Palestina og Afganistan.

Í seinastu viku tók vápnað stríð seg upp millum Ísrael og Hamas. Hetta hevur kravt nógv mannalív og hevur eisini havt við sær stórar humaniterar avleiðingar. Neyðhjálpin sum kemur frá Føroya Landsstýri verður latin saman við Reyða Krossi Føroya. Altjóða Reyði Krossur er virkið á báðum síðum í stríðnum og átekur sær ymiskar uppgávur, eitt nú sjúkraflutning og við at veita vatn, mat og streym til neyðstødd.

Um sama mundið sum stríðið tók seg upp í Miðeystri var ógvusligur jarðskjálvti í Afganistan. Reyði Krossur metir, at umleið 2.500 fólk hava latið lív, og upp aftur fleiri eru komin illa fyri av fyrsta jarðskjálvtanum og eftirskjálvtum seinastu dagarnar. Reyði Krossur og lokalu hálvmánafeløgini arbeiða nú við at bjarga fólki undan húsaleivdum og at veita mat, vatn, klæði og tak yvir høvdið til tey neyðstøddu.

Vavið á báðum kreppunum sær út til at vaksa, og tí letur landsstýrið saman við Reyða Krossi Føroya alt fyri eitt 1 mió. kr. til humanitera hjálp í Ísrael, Palestina og Afganistan.

Tilsamans verða 400.000 kr. latnar til humanitera hjálp í Ísrael, 400.000 til humanitera hjálp í Palestina og 200.000 til neyðhjálp í Afganistan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo