Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Laila Henze, stjóri á Gallup Føroyum, tá ið hon legði kanningina um happing á arbeiðsplássinum fram í Smæruni mánadagin

Laila Henze, stjóri á Gallup Føroyum, tá ið hon legði kanningina um happing á arbeiðsplássinum fram í Smæruni mánadagin

Laila Henze, stjóri á Gallup Føroyum, tá ið hon legði kanningina um happing á arbeiðsplássinum fram í Smæruni mánadagin

Starvsfelagið: Í kanningini hjá Gallup Føroyum eru limir bidnir um at seta orð á sína støðu til og uppliving av happing. Svarini eru dulnevnd. Omanfyri 100 fólk hava gjørt viðmerkingar. Fleiri eru jalig um støðuna og seta t.d. spurnartekin við marki millum arging og happing. Her eru nakrar av viðmerkingunum um happingina:

”Á mínum arbeiðsplássi er nógvur psykiskur ágangur móti starvsfólki og er tað leiðslupersónar, ið fremja hendan ágang. Upp á uml. 1 ár eru vit 8-9, ið hava verið og eru sjúkrameldaði fyri strongd. Hóast okkara trygdarumboð hevur heitt á leiðarar um at fráboða hetta til Arbeiðseftirlitið, verður tað ikki gjørt.”

”Eg havi skift arbeiði tvær ferðir innan tey seinastu 10 árini orsakað av happing á arbeiðsplássinum. Happingin varð framd av ovastu leiðslu mótvegis starvsfeløgum (seinri mær sjálvari). Eg (vit) royndi at siga frá hjá fakfelag, Arbeiðseftirlitinum umframt Starvsfelagnum, men alt gjørdist bara verri. Royndin at siga frá, hevði við sær, at eg sjálv varð útsett fyri ágangi. Mínar royndir siga mær, at hvørki leiðslur, fakfeløg ella Arbeiðseftirlitið í Fø hava neyðugu førleikarnar til at loysa slíkar avbjóðingar. Eg kenni meg fulstendiga óvarda sum starvsfólk, og havi eg eftir hondini góðtikið...”

”Eg var happaður á mínum gamla arbeiðsplássi, happingin var orsakað av mínum førleikum og at hava nýggja útbúgving. Happingin var manipulerandi og fjald, so eg hevði ilt við at seta fingurin á tað í fyrstu atløgu. Eg vendi fingurin móti mær sjálvum. Brádliga bleiv eg svimmul, angist og sjúkrameldaður. Eg boðaði leiðslu og álitisfólki frá, men ongin dugdi ella visti hvat tey skuldi gera. Eg eri nú í nýggjum starvi, eg fór orsakað av happing. ”

”Frá 2017 til 2019 varð eg útfyri happing og niðran av mínum táverandi leiðara. Álitisfólkið megnaði ikki at hjálpa mær. Starvsfelagið hjálpti í stóran mun. Arbeiðseftirlitið gjørdi eina kanning, men hon var ikki nógv verd, tí arbeiðsplássið var so lítið, at fólk tordu ikki at svara erliga. Møguliga vóru spurningarnir hjá Arbeiðseftirlitinum ikki dekkandi.”

”Hvørja viku eri eg vitni til, at nærmasti leiðari fer illa við einum starvsfólki í tann mun, at meiningarnar hjá viðkomandi vera ikki hoyrdar ella virdar. Somuleiðis tosar nærmasta leiðari dagliga niðrandi við sama starvsfelaga. Hvørki mín leiðari (sum oftast er trupulleikin) ella HR tykjast ílatin til at loysa trupulleikan.”

”Taki meg sjálvan í at happa viðhvørt, tað hevur lítið uppá seg, men kann sára mínar starvsfelagar, vit eru so ymisk, nær ella um man tekur sær av viðmerkingum .... tað er ikki so illa meint, men eg ætli at steðga við hesum, tí eg haldi at tað kann uppfatast sum happan.”

FAKTA: Hvat er happing?
Kanningin hjá Gallup Føroyum um happing á arbeiðsplássinum er gjørd við støðu í allýsingini hjá Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn av hugtakinum happing. Hesa allýsing vóru limirnir kunnaðir um, áðrenn teir svaraðu spurningunum:

Happing er, tá eitt ella fleiri starvsfólk uppliva seg vera útihýst frá arbeiðsfelagsskapinum, sum viðkomandi hava brúk fyri at vera partur av.

Hetta kann t.d. vera, tá eitt starvsfólk upplivir:

- at hansara ella hennara meiningar og sjónarmið verða yvirhoyrd (ignorerað)

- at vera hildin uttanfyri fundir ella onnur tiltøk, eisini sosial

- at vera noktaður starvsfólkaliga hjálp ella stuðul

- at vera eyðmýktur, baktalaður, niðurgjørdur ella tillátursgjørdur

- at kunning, sum onnur hava atgongd til, verður afturhildin fyri honum ella henni.

(Kelda: Rigshospitalet)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo