40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Nú er bara ein vika eftir til stóra brakið tann 31. Okt., tá vit í Føroyum skulu velja tvey umboð at tala okkara áhugamál á Fólkatingi. Hetta er ein pallur uttanfyri landoddarnar, sum vit heilt avgjørt skulu gera nýtslu av, so leingi vit eru í ríkisfelagsskapi við Danmark. Vit skulu ongantíð frásiga okkum møguleikar, sum vit hava.

Verið eg vald, so vil eg troyta allar møguleikar - eisini á Fólkatingi 100 % til frama fyri Føroyar. Er tað nakað, sum eg sum politikari altíð eri farin eftir og nakað sum hevur týdning fyri meg, so er tað fyrst og fremst úrslit. Tað er júst tað, sum eg framhaldandi fari eftir - eisini á Fólkatingi. Kann nevna lestraríbúðir til lesandi í Danmark, sjúkratrygd og yvirtøka av íleggingargrunninum.

Eg fari at kempa víðari hesar síðstu dagarnar inntil valhølini lata aftur fyri at fáa flest møgulig at velja fólkaflokkin. Tað er umráðandi , at so nógvir føroyingar sum gjørligt brúka møguleikan at velja eitt gott umboð á fólkating. Besta boðið er ein fólkslig rødd í fólkaflokkinum.

Til tey ungu sum velja fyrstu ferð og til tey sum enn ikki hava tikið støðu til, hvønn tey fara at velja til Fólkatingið vil eg koma við eini serligari og inniligari áheitan. Farið á val og veljið fólkaflokkin. Tað er umráðandi við góðari umboðan og hon fæst best í fólkaflokkinum. Hvør einasta atkvøða fyri mær persónliga hevði fløvað og glett meg almikið. Møguleikin er nú.

X við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo