Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-006/2022 frá Elsebet Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu, settur Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum, Brandskúlan (trygdardepilin við Áir).

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu gongst við at flyta brandskúlan hjá Trygdardeplinum við Áir til Klaksvíkar?
2. Hvar er ætlanin, at skúlin skal verða staðsettur í Klaksvík?
3. Fylgja lærararnir við flytingini ?
4. Er leiðslan á Sjónámi tikin við upp á ráð í tilgongdini, ella undir hvørjum stovni skal brandskúlin verða?
5. Við Áir er m.a ein konstruktión av einum maskinrúmi, har venjingar verða gjørdar. Verður henda konstruktiónin flutt til Klaksvíkar, ella verður ein bygd av nýggjum ?

Svar til spurning 1:
Samgongan ætlar, at flyta brandskúlan til Klaksvíkar. Skjóttarbeiðandi arbeiðsbólkur verður í næstum settur, við umboðum frá m.ø. Sjónámi, Vinnuháskúlanum, Klaksvíkar kommunu og brunamyndugleikunum, sum skal gera tilmæli til Uttanríkis- og mentamálaráðið, um tilgongd, staðseting, høli, útgerð, brunatrygdarkrøv, v.m.

Svar til spurning 2:
Viðvíkjandi staðseting, hevur í fleiri umførum verið samskift við Klaksvíkar kommunu, har ymiskir møguleikar vórðu umrøddir. Enn er tó ikki greitt júst hvar brandskúlin kann staðsetast.

Svar til spurning 3:
Hesin spurningur er ikki viðgjørdur enn. Talan er eisini um starvssetanir, sum skulu handfarast, sum slíkar eiga at verða, í góðum samráði millum allar partar.

Svar til spurning 4:
Leiðslurnar á báðum maritimu skúlunum hava luttikið í tilgongdum um nýggja staðseting av brandskúlanum. Málið hevur verið frammi í fleiri umførum. Mest sannlíkt verður brandskúlin knýttur at Sjónámi, tá hann kemur at liggja í Klaksvík.

Svar til spurning 5:
Vísandi til svarið til fyrsta spurning, skal omanfyri nevndi arbeiðsbólkur kanna hvussu hesi brandskúlaskeið verða skipað í grannalondunum, hvørji krøv eru til útbúgvingar og brunatrygd, og hvør útgerð verður brúkt aðrastaðni. Eftir hetta koma tey við einum tilmæli um, hvørt verandi útgerð skal nýtast, ella um tørvur er á nýggjari ella dagførdari útgerð.

Jenis av Rana
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo