40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

- Viðhvørt kemur man til ein krossveg í lívinum, har man má velja hvønn veg leiðin framá skal bera. Við ein slíkan krossveg eri eg í dag. Í 10 ár havi eg umboðað Fólkaflokkin í Sandoynni. Soleiðis verður ikki framyvir. Eg havi í dag boðað flokkinum frá, at strika meg sum lim í flokkinum.

Hetta skrivar Brandur Sandoy á sínum facebookvanga í dag, og leggur afturat at vegurin, Fólkaflokkurin hevur valt í seinastuni, ikki ber sær til persónliga at fylgja.

- Tí skiljast leiðir í dag, sigur hann.

Stór misnøgd tók seg upp í valfelagnum hjá Fólkaflokkinum í Sandoynni eftir at tað gjørdist greitt, at tað neyvan bleiv Brandur Sandoy sum bleiv nýggjur landsstýrismaður fyri flokkin. Harvið fer hann, eins og Annika Olsen, úr Løgtinginum, tí tey vóru varafólk fyri fyrrverandi landsstýrisfólkini Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sum hava valt at koma aftur í tingið.

Les eisini: Sandoyar Fólkafloksfelag: Fer at fáa katastrofalar avleiðingar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo