Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Mynd: Javnaðarflokkurin

Mynd: Javnaðarflokkurin

Mynd: Javnaðarflokkurin

Vinnuhúsið: Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at politiska skipanin er farin undir at gera breiðar semjur um mál við stórum vinnuligum týdningi. Vónandi verður hetta arbeiðslagið frameftir.

Stutt undan páskum varð boðað frá, at semja var gjørd millum samgonguflokkarnar og Sambandsflokkin um nýggja skipan fyri tøkugjøld fyri alivinnuna. Uttan at taka støðu til, um nýggja skipanin fyri tøkugjøldini er tann mest gagnliga, er tað at fegnast um, at tað eydnaðist at gera eina breiða semju um eitt stórmál fyri eina vinnugrein. Vónandi verður hetta bara tann fyrsta av fleiri breiðum semjum, sum fara at verða gjørdar frameftir.

Minka um óvissuna
Breiðar semjur, sum eru galdandi fleiri ár fram í tíð, minka um politisku óvissuna hjá teimum vinnufyritøkum, sum standa á gáttini at gera langtíðar íløgur. Fortreytin er sjálvsagt, at politisku flokkarnir kenna seg bundnar av semjuni.

Tað hevði verið ynskiligt, at fleiri flokkar vóru við í hesari fyrstu langtíðarsemjuni tvørtur um stirvnu  samgongu-andstøðu mørk. Tað hevði havt við sær, at allir flokkarnir vandu seg við hetta arbeiðslagið, og samstundis hevði tað verið ein størri tryggleiki fyri, at langtíðarsemjurnar vardu fleiri samgonguskeið.  Men uttan innlit í ítøkiligu samráðingargongdina hesaferð er torført at meta, um tað bar til at fáa fleiri flokkar við.

Tørvur á fleiri semjum
Tað er tørvur á nógvum breiðum semjum. Eitt nú innan útbúgvingarøkið, skatta- og avgjaldsøkið, arbeiðsmarknaðarøkið (pensiónsaldur), útlendingaøkið, bústaðarøkið, almenna útreiðsluvøksturin, grøna orkuskiftið, infrakervið, talgilding o.s.fr.

Tað hevur stóran týdning, at fyritøkur hava støðugar karmar at virka undir, Tað er tó líka týdningarmikið, at karmarnir eru góðir. Við góðum karmum fyri føroyskt vinnulív leggja vit lunnar undir framhaldandi búskaparvøkstri og øktari vælferð í Føroyum.

Sum formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelagi legði dent á í setanarrøðuni til Vinnudagin í fjør, eigur politiska skipanin á hvørjum ári at hava sum stavnhald, at karmarnir kring vinnuligu framleiðsluna eru betri í ár enn teir vóru í fjør, og betri komandi ár, enn teir eru í ár. Tað er umráðandi, at karmarnir kring føroyska vinnulívinum eru líka góðir ella betri enn hjá teimum vit kappast við.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo