40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Listasavn Føroya: Kafe List er latin upp í nýggjum hami við Breyðvirkinum við róðrið.

Í fjør læt Kafe List upp á Listasavni Føroya, og við Paname-toyminum á odda hevur Listasavnið fingið eitt hugnaligt kafé-umhvørvi í forhøllini, sum okkara gestir kunnu njóta, tá tey eru á vitjan. Vit eru sera fegin um, at  Kafe List læt upp.

Tað hevur verið jaligt og mennandi fyri savnið og samlaðu savnsupplivingina. Fleiri gestir, ið vitja savnið, keypa okkurt leskiligt úr kaféini og nógv hava vitjað fyri at njóta úrvalið av góðum køkum, tvíflísum og kaffi.

Listasavnið takkar Niels og Carinu fyri teirra drívmegi og dirvi at lata upp kafé á savninum. Tað hevur verið ein stór fragd at arbeiða saman við tykkum, og vit ynskja tykkum blíðan byr frameftir!

Samstundis ynskja vit at bjóða Randi og Fríðu úr Breyðvirkinum, ið nú eisini fara at reka Kafe List, hjartaliga vælkomnum.

Kafe List hevur opið allar dagar frá kl. 11 – 17, eisini halgidagar og frídagar.

Í kafeini kanst tú millum annað keypa tær ein lekkran kaffimunn, okkurt søtt til góman - til dømis eyðkendu kardamummusnurrarnar úr Breyðvirkinum - ella grillaðar tvíflísar úr súrdeiggjbreyði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo