Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FBS: Leygardagin 2. oktober 2021 var Bridgehúsið í Gundadali karmur um fyrstu umførini í FM-kappingini fyri lið.

Hetta kappingarárið eru 8 lið við í kappingini, sum er skipað soleiðis, at øll spæla 2 dystir á 20 spøl móti hvørjum øðrum.

Sostatt skulu leikast í alt 14 umfør, og tann, sum tá er fremstur, verður føroyameistari.

Úrslitini í fyrstu trimum umførunum vóru hesi:

##med2##

Støðan eftir fyrstu 3 umførini er hendan:
Dánjal Pauli Mohr               55,09 stig
Allan Dal-Christiansen        46,41 stig
Robert Langgaard              41,91 stig
Henriette Svenstrup           27,58 stig
Finn Ougaard                     21,00 stig
Jassarnir                           20,83 stig
Suðuroyar Bridgefelag        14,47 stig
Danny Danielsen                11,71 stig

Komandi 3 umførini í FM kappingini fyri lið verða leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 20. november 2021. Byrjað verður kl. 12.00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo