Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ítróttur

Føroya Bridgesamband: Talan er um eina kapping sum europeiska bridgesambandið EBL árliga hevur skipað fyri síðani 2007, og er hetta fimtu ferð Føroyar luttaka í kappingini. Kappingin er ætlað teimum londunum, sum í bridge samanhangi eru at mett at vera eitt sindur minni enn tær størstu europeisku bridgetjóðirnar. Sammett við Føroyar er tó talan um fleiri lutfallsliga stórar bridge-tjóðir. Millum luttakandi londini kunnu nevnast Serbia, Kroatia, Rumenia, Bulgaria, Ungarn, Kekkia, Slovakia og baltisku londini Estland, Letland og Litauen.

Millum 14-16 tjóðir hava hava seinastu árini luttikið í hesi kapping. Hesuferð luttóku 15 lond í kappingini, sum varð skipað á tann hátt at ein dystur varð leiktur móti hvørjum av luttakandi londunum. Sostatt skuldu leikast í alt 14 dystir yvir teir 3 dagarnar.

Tey 3 pørini ið mannaðu føroyska liðið vóru:

Dánjal Pauli Mohr – Árni M. Dam

Símin Lassaberg - Arne Mikkelsen

Magni Jøkladal – Pól Egholm

Føroyska liðið leikti sum heild væl og vóru úrslitini rættiliga støðug sum kappingin leið. Føroyar byrjaðu kappingina væl, og eftir 5 teir fyrstu dystirnar á fyrsta leikdegi lógu Føroyar á triðja plássinum. Sum kappingin leið gjørdist greitt, at talan fór at gerast um eina sera javna og spennandi kapping, har nógv vóru um boðið til fremstu plássini. Eftir at annar spælidagurin varð lokin lá føroyska liðið á 1. plássi við 7 stigum niður til 2. plássið. Sostatt skuldi alt avgerðast á triðja og seinasta leikdegi.

Føroyska liðið byrjaði seinasta leikdagin eitt sindur trilvandi við einum lutfallsliga jøvnum dysti móti Kypros sum tó varð vunnin, einum tapi móti Monaco, og einum sigri á Rumenia. Hesi úrslit høvdu við sær at føroyska liðið lá á 2. plássi undan tveimum teimum seinastu dystiunum, sum vóru móti ávikavist Kekkia og Serbia. Í dystinum móti Kekkia gekk ikki væl í hond og taptu Føroyar hendan dystin. Undan seinasta umfarinum lógu Føroyar sostatt á 3. plássi í eini sera javnari kapping har einans eitt stig var millum nr. 3 og 5 meðan 10 stig vóru upp til 1. plássið. Í seinasta dystinum móti Serbia gekk javnt á, hóast bæði liðini høvdu møguleikar at avgera dystin til egnan fyrimun. Endin gjørdist at Serbar vunnu hendan javna dystin við 25 impum móti 19, og var hetta nóg mikið hjá Serbia at vinna kappingina meðan føroyska liðið endaði á 5. plássinum.

Endaliga úrslitið gjørdist sostatt at Serbia vann kappingina við 188,14 stigum meðan Litauen gjørdist nr. 2 við 182,31 og Ungarn nr. 3 við 181,61 stigum. Monaco, ið undan seinasta dystinum lá á 1. plássi, gjørdist nr. 4 við 179,15 stigum meðan Føroyar fingu 5. plássið við 174,78 stigum.

Samanumtikið var talan um eitt gott og støðugt avrik hjá føroyska liðnum, sum gjøgnum alla kappingina lá millum 5 tey bestu.

Úrslitini frá kappinngini eru at finna á hesi leinkju hjá Evropiska bridgesambandinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo