Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Samstundist sum høgu lønirnar fáa lønarvøkstur á fleiri túsund krónur um mánaðin umframt tann mesta skattalættan, minkar stuðulin í familjuískoytinum til fíggjarliga sperdar familjur komandi ár.

Feløgini í Samtak heita á løgtingið um at taka um endan og broyta uppskotið um nýggja orkuískoytið, so tað kemur fleiri, sum veruliga eru hart rakt, til góðar

Løgtingið má taka um endan og broyta uppskotið um sonevnda orkuískoyti í lógini um familjuískoyti, sum kemur til viðgerðar í løgtinginum í dag, soleiðis at:

- upphæddirnar vera hægri

- tað kemur fleiri til góðar

- tað verður sett í gildi longu nú í desember

Ætlanin er, at geva lægstu inntøkunum eitt orkuískoyti á 5000 krónur komandi ár, sum eitt slag av endurgjaldi fyri hækkandi avgjøld, sum landsstýrið setur í verk. Samstundis fer skipanin um hjálparískoyti á 12.000 kr um árið úr gildi, og skipanin við hækkaðum familjuískoyti á 750 kr um mánaðin fyri hvørt barnið fer eisini úr gildi.

Hesar lækkingar fara at taka grundarlagið undan summum av teimum mest fíggjarligu sperdu familjunum.

Inntøkumørkini í orkuískoytinum eru alt ov avmarkandi. Tær lægru inntøkurnar, sum verða harðast rakt av avgjøldunum, fáa heldur ikki serligan lut í skattalættanum og ei heldur høga lønarvøkstrinum, tí inntøkurnar frammanundan eru so lágar.

Ein fyritíðarpensjónistur fær t.d. eitt sindur meir um árið í hækkandi veiting í 2024, sum háløntir lønarbólkar, sum landsstýrið hevur gjørt sáttmála við, fáa um mánaðin.

Feløgini í Samtak heita tí inniliga á løgtingið um at taka um endan og at broyta skipanina við orkuískoytinum soleiðis at hon longu kemur í gildi í desember í ár – við kr. 5000 útgjaldi í einum, og at skipanin komandi árini verður 1000 kr um mánaðin í orkuískoyti ella 12.000 kr um árið.

Eisini mæla vit til at hækka inntøkumørkini soleiðis, at er talan um stakan persón ella uppihaldara er inntøkumarkið fyri fullum orkuískoyti ein arbeiðaraløn. Er talan um tveir ella fleiri vaksnar persónar í húsarhaldinum eiga inntøkumørkini fyri at fáa fult orkuískoyti at vera tvær arbeiðaralønir.

Orkuískoytið eigur eisini at lækka so líðandi heldur enn í einum, soleiðis at tað altíð loysir seg at forvinna nøkur oyru eyka. Mótrokningarmarkið kundi tískil verið 12% í orkuískoytinum fyri inntøkur, sum eru omanfyri áðurnevndu mørkini.

Verður hetta gjørt fer hetta at vera ein bati, tí inntøkurnar sum eru um eina arbeiðaraløn og niðureftir hava ikki fingið serliga góðan lut í skattalætta, hesar inntøkur vera hart raktar av avgjøldum og hesar inntøkur eru frammanundan ótrúliga hart raktar av tí høga prísvøkstri, sum hevur verið seinastu árini.

Afturat hesum má løgtinið antin sjálvt ella áleggja landsstýrinum at gera familjuískoyti til barnafamiljur rúmsáttari, so fleiri fáa lut í tí umframt at upphæddirnar ikki minka komandi ár.

SAMTAK

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo