Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Sjónám: Skipsatstøðisútbúgvingin á Sjónámi í Klaksvík verður eftir summarfrítíðina eitt sindur øðrvísi skipað. Higartil hevur útbúgvingarleisturin verið at næmingar eftir lokið grundskeið á 20 vikur fáa prógv sum ófulltikin skipsatstøðingur fyri síðani at sigla í minsta lagi 6 mánaðir áðrenn søkt verður á endaskeiðið á hálvt skúlaár afturat.

Uttanríkis og Mentamálaráðið hevur tikið avgerð um, at gera broytingar í útbúgvingini til skipsatstøðara soleiðis, at endaskeiðið verður lisið sum eitt framhald av grundskeiðnum uttan krav um 6 mánaðar siglingartíð millum bæði skeiðini.

Samstundis verður kravið um 17½ ára aldursmark fyri upptøku slept.

Eftir summarfrítíðina byrjar skipsatstøðara útbúgvingin tí sum eitt samanhangandi skeið á heilt skúlaár við sama innihaldi sum verandi byrjunar- og endaskeið og fáa tá næmingarnir høvið at taka allan skúlapartin í einum og sostatt fáa prógv sum fulltiknir skipsatstøðingar eftir loknan lestur.

Broytingarnar verða framdar sum ein royndarskipan við heimild í § 7, stk. 1 í løgtingslóg nr. 55 frá 24. apríl 2001 um útbúgving av manning á skipum o. ø.  

Sjónám vónar at næmingar taka væl ímóti nýggja leistinum og vil minna á at útbúgvingin enn telur sum 18 mánaða siglingstíð fyri tey ið ætla sær at søkja á skipara útbúgving seinni. Tí vilja vit heita á næmingar um at søkja sum skjótast at tryggja sær upptøku eftir summarfrítíðina. Søkjast kann á beinleiðis á heimasíðuni: sjonam.fo á telduposti: sjonam@sjonam.fo ella á tlf. 665 888.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo