Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ríkisfelagsskapurin (sokallaði) 2.0

- Við lógaruppskoti til Lóg um sjálvræði Føroya.

Kristian Joensen, námslektari, og Bárður Larsen, lektari, Fróðskaparsetur Føroya

INNGANGUR
Í setanarrøðuni, tá Fólkatingið varð sett fyrsta týsdag í oktober 2023, segði Mette Frederiksen, forsætismálaráðharri, m.a.:

“Men så længe vi har et rigsfællesskab. Og det håber jeg personligt, vi har i mange år endnu. Så skal det være et ligeværdigt samarbejde mellem tre lande, tre folk, tre regeringer.”

Hetta var ikki fyrstu ferð seinastu árini, at leiðandi danskir, og onkuntíð føroyskir, politikarar antin hava tosað um at broyta sokallaða ríkisfelagsskapin, fyri at gera hann meira javnbjóðis, ella hava hildið uppá, at hann longu er eitt javnbjóðis samstarv. Í seinastuni er nærum øll tann føroyska politiska skipanin farin at tosa um eina umskipan.

Trupulleikin við útsøgnini hjá forsætismálaráðharranum er, at javnrættur er eitt hugtak, sum lætt letur seg nýta retoriskt sum slagorð og er egnað at flyta fokus frá eini rationellari greining. Við einum sindri av ómaki ber kortini til at greina hugtakið javnrætt við atliti at sokallaða ríkisfelagsskapinum. Hetta hava vit sett okkum fyri í hesi grein.

Rættarlig javnstøða kann einans verða framd við, at Føroyar fáa støðu sum statur undir altjóðarætti ella sum deilstatur í samveldisríki, t.d. við felags stjórnarskipan (grundlóg) omanfyri donsku grundlógina og heimastýrislóggávuna, stýrisskipanarlógina (og møguliga seinni føroyska stjórnarskipan).

Tað er rímiliga greitt, at danski forsætismálaráðharrin í oktober 2023 ikki skjeyt upp, at Føroyar skuldu fáa javnrætt við Danmark við at verða skipað sum fullveldisríki og heldur ikki, at Føroyar skuldu fáa javnrætt sum deilstatur í samveldisríki við Danmark.

So er tað tað, hvussu okkurt, sum er deilmongd av eini heild, samstundis kann verða javnsett við somu heild. Hetta ber sjálvandi ikki til, strangt tikið. Innbygda ójavnvágin ger, at formligur javnrættur kann ikki verða millum Føroyar og Danmark.

Hóast hetta ber til at eyðmerkja teir partar av verandi skipan, sum kunnu broytast, so um ikki annað eitt hægri stig av javnaði kann verða millum Føroyar og Danmark.

Henda grein hevur eina skitsu til eitt lógaruppskot til Lóg um sjálvræði Føroya við tí endamáli at fremja eitt hægri stig av javnrætti.

Ein slík lóg er ikki ein samlað nýskipan, men ein lóg, sum kann leggjast aftrat og broyta heimastýrislóggávuna (t.e. serliga heimastýrislógina, yvirtøkulógina og uttanríkispolitisku heimildarlógina).

Orsøkin til hesa lógarteknisku tilgongd er, at tað eyðkennir skipanina, at hvørki danir á eini síðuni og føroyingar á hinari, ella føroyingar sínamillum, eru samdir um, hvørja náttúru heimastýrisskipanin hevur, ella um heimastýrisskipaninin er ein varandi skipan ella eitt stig á vegnum móti einum føroyskum stati. Skipanin er okkurt slag av konstruktivari ósemju, og orsakað av hesum eigur ein broytt skipan, sum gongur styttri enn fullveldi, ikki at stremba móti eini endaligari skipan ella eini nágreinan av virðisgrundarlagnum út í æsir.

1. GRUNDFESTA (FORANKRA) SKIPANINA
Ein stjórnarrættarlig (statsrættarlig) skipan umboðar eitt hierarki av virðum. Nøkur viðurskifti eru so týðandi, at tey mugu leggjast út um vanligu politisku skipanina. Millum hesi eru vanliga grundleggjandi reglurnar fyri, hvussu statsvøldini eru skipað hvørt móti øðrum, og hvussu grundleggjandi frælsisrættindi tryggja borgarunum móti ósakligum inntrivum frá statsvaldinum.

Hetta samsvarar klassiskum hugsunarhátti, har ein í mest grundleggjandi viðurskiftum má standa tryggari enn einans at hava álit á menniskjum. Flutt til sokallaða ríkisfelagsskapin, er tí ikki nøktandi, um Løgtingsins heimildir kunnu broytast einvegis av danska lóggávuvaldinum. Hóast hetta helst ikki fer at henda, so er ikki nóg mikið at stóla uppá vælvild frá komandi og farandi donskum politikarum.

Harnæst sigur tað kjølfesti, sum ein skipan hevur, nakað um tað virðið, ið lagt verður í hana. Tað, sum er mest grundleggjandi, hevur vanliga ta bestu formligu verjuna, og øvugt hevur tað minst týðandi tað veikasta kjølfestið.

Føroyingar hava mangan harmast almennu donsku fatanina, ið ikki viðurkennir Føroyum aðra støðu enn at kunna samanberast við eitt danskt kommunalt sjálvræði.

Eitt dømi var løgmaður í ólavssøkurøðuni í 1964, sum harmaðist, at føroyska heimastýrið í donskum løgfrøðiligum bókmentum bleiv lýst sum einans eitt víðkað kommunalt sjálvstýri. Eitt annað dømi var fólkatingslimurin fyri javnaðarflokkin, Jóannes Eidesgaaard, sum í desember 2000 og elvt av táverandi fullveldissamráðingunum spurdi forsætismálaráðharran, Poul Nyrup Rasmussen, um tað var rætt, sum hildið uppá frá føroyskari síðu, at ríkismyndugleikarnir hildu, at eittans lóggevandi ting var í danska ríkinum, Fólkatingið, og at Løgtingsins heimildir einans vóru at meta sum delegatión, og at hetta bert kundi broytast, um Føroyar gjørdust fullveldisríki.

Poul Nyrup Rasmussen svaraði m.a., at ein nýskipan kundi gerast, sum avgreiddi hendan spurningin. Hann segði, at tað fer at:

 “... være muligt at gennemføre en nyordning med det klare sigte, at ordningen ikke alene politisk og moralsk, men også statsretligt forankres i et princip om uigenkaldelighed. Sigtet vil altså være, at Danmark ikke engang i fremtiden kan tage det fra det færøske folk, som én gang er givet.”

Hetta var ikki dømi um, at danski forsætismálaráðharrin var mismæltur ella í heimildarloysi hevði talað yvir seg. Í fundargreiðingunum frá samráðingunum um fullveldi í Keypmannahavn frá 2000 kemur fram, at Nyrup longu lovar tað sama á fyrsta fundi 17. mars 2000. Eisini Danska Løgmálaráðið stuðlaði sama sjónarmiði í ”Justitsminsiteriets notat af 28. februar 2001 om forholdet mellem grundloven og aftalen af 22. december 1992 med Færøernes landsstyre om råstoffer i undergrunden” (sagsnr.: 2001-750-0087), s. 8.  

Hetta vóru nýggir politiskir (og stjórnarrættarligir) tónar. Sjónarmiðið var kortini ikki meira kontroversielt enn, at hetta var tað, sum danski professarin Max Sørensen upprunaliga helt, at heimastýrislógin longu var dømi um (í síni lærubók í stjórnarætti frá 1969). Lóggávuvaldið kundi nevniliga ikki vanliga sambært Sørensen geva eina lóg, ið sama lóggávuvald ikki kundi broyta, men tað kundi sambært honum viðurkennast í serstøkum førum, og heimastýrislógin var sambært honum eitt slíkt serstakt føri.

Max Sørensen liggur her á linju við kenda bretska løgspekingin H. L. A. Hart, sum staðfesti í verkinum The Concept of Law, 1961 (1994 útgávan s. 149-151), at tað ikki er meira logiskt ómøguligt, at eitt lóggevandi vald gevur eina lóg, sum ikki kann afturkallast av sama lóggevandi valdi (sjálvsavmarkandi lóggávufullveldi), enn hetta, at lóggevandi valdið altíð kann broyta eina lóg við seinni lóg.

Tá vit komu fram til 2005, og yvirtøkulóg og uttanríkispolitisk heimildarlóg, sum løgdust aftrat heimastýrislógini, vóru samtyktar, var forsætismálaráðharrans lyfti um eitt “statsretligt princip om uigenkaldelighed” gloymt. Donsku viðmerkingarnar til føroysku yvirtøkulógina vóru merktar av delegatiónsteoretiskum og eindarstatsretorikki so sum, at Løgtingsins heimildir blivu kallaðar “regeludstende kompetence” og delegerað heimild.

So seint som í svari frá løgmálaráðharranum 10. januar 2019 uppá spurning frá fólkatingslimi Magna Arge (spørgsmål nr. S 351) varð sama fatanin staðfest, og tað sama var hon í samskifti millum løgmálaráðharran og Sjúrð Skaale í samráði í Fólkatingsins Føroyanevnd 18. september 2020 um “tele- og cybersikkerhed”.  

Ein grundfesting kann neyvan henda sum grundlógarbroyting, tí grundlógarbroyting er ikki á skrá, og ongin veit, nær slík dagsskrá verður aftur. Orsakað av at heimastýrisskipanin eisini er ein konstruktiv ósemja, er harnæst ivasamt, um føroyingar kunnu blíva samdir við hvønn annan, ella millum sín og danir, um, hvussu ein slík áseting í grundlógini skuldi ljóðað.

Frægasta boðið uppá, hvussu hetta kundi blivið gjørt, hevði verið minimalistiskt og virðandi konstruktivu ósemjuna at felt prinsippið niður í eina grein í eini sjálvræðislóg einfalt so:

”§ 1. Sjálvræðisheimildir Føroya kunnu ikki broytast uttan samtykki Føroya fólks.”

2. LÓGGÁVU-  OG SÁTTMÁLAVETO
Lóggávuheimildir Løgtingsins eru eftir heimastýrislógini avmarkaðar til føroysk sermál. Í felagsmálum er lóggávuvaldið hjá ríkinum, men heimastýrið skal hoyrast samsvarandi § 7.

Ein máti at styrkt føroyska sjálvræðið og skapað størri javnvág millum ríkispartarnar kundi verið, um skipanin eftir § 7 í heimastýrislógini bleiv broytt við eini áseting, sum tryggjar, at ríkisvaldið enn ikki hevur rætt til seta lóggávu innan felagsmál í gildi uttan samtykki frá føroyska lóggevaranum.

Hetta er ikki í stríði við donsku grundlógina. Longu mæti løgfrøðingurin og politikarin Anders Sandøe Ørsted vísti á í sínum minnilutaáliti undir landstingsviðgerðini av uppskotinum til ríkisdagslóg um ríkisdagsumboðan føroyinga seint í 1850, at danska grundlógin ikki sjálv avkláraði spurningin um, hvussu langt ríkisdagsins lóggávuvald rakk. Ongin seinni grundlógarbroyting hevur tikið grundarlagið undan hesum sjónarmiði.

Ein áseting í Lóg um sjálvræði Føroya kundi ljóðað so:

“§ 2. Ongin ríkislóg ella altjóða sáttmáli kann setast í gildi fyri Føroyar uttan Løgtingsins samtykki.”

Løgtingið fær hervið ongar aktivar lóggávuheimildir á felagsmálum, einans verður føroyski lóggevarin uppstigaður til eitt slag av defensivum lóggávuvaldi í felagsmálum.

Veto viðvíkjandi altjóða sáttmálum kann virka á tann hátt, at danska stjórnin sendir eina fráboðan til ST um, at hon tekur territorialt fyrivarni mótvegis Føroyum í øllum altjóða sáttmálum, sum danski staturin ger fyri framtíðina. Líknandi hevur New Zealand gjørt viðvíkjandi Cookoyggjunum.

3. GERA ALTJÓÐA SÁTTMALAR OG FÁA LIMASKAP Í ALTJÓÐA FELAGSSKAPUM Í EGNUM  NAVNI
Tað er ongin loyna, at føroyskir politikarar síggja tronga uttanríkispolitiska rásarúmið sum ein serligan trupulleika. Umskipanin við uttanríkispolitisku heimildarlógini frá 2005 var í fyrstani hildin at vera eitt framstig í og við, at § 1, stk 1, gav Føroya landsstýri rætt til at gera altjóðarættarligar sáttmálar viðvíkjandi fult yvirtiknum málsøkjum við fremmand ríki og millumtjóðafelagsskapir. Kortini pakka seinni ásetingar í § 1 (stk. 2 og stk 4) hetta útgangspunktið niður aftur viðvíkjandi altjóðarættarligum sáttmálum, har Grønland ella Danmark eru við, og § 2 staðfestur, at slíkir sáttmálar verða ikki gjørdir í egnum navni, men undir heitinum “Danmarkar kongsríki Føroyum viðvíkjandi”.

Grein 4 í uttanríkispolitisku heimildarlógini gav ta fatan, at Føroyar kundu fáa limaskap í egnum navni í millumtjóðafelagsskapum, sum loyva limaskap í egnum navni til aðrar eindir enn ríki og felagsskapir av ríkjum. Skjótt kom tó til sjóndar, at ásetingin hevur tað fyrivarni, at slíkur limaskapur skal vera sambæriligur við stjórnarskipanarligu støðu Føroya, og danska løgmálaráðið og forsætismálaráðið taka sær rættin at tulka, hvør stjórnarrættarliga støða Føroya er. Eisini siga viðmerkingarnar til danska (ikki føroyska) lógaruppskotið harnæst, at hesin limaskapurin einans kann vera í felagsskapum, har Danmarkar ríki ikki longu er umboðað, og at limaskapurin einans kann vera sum atlimaskapur við talurætti.  

Tørvur er sostatt á at styrkja uttanríkispolitisku heimildirnar. Ein áseting til hetta endamál kundi ljóðað so:

“§ 3. Føroya landsstýri kann, treytað av kunning av ríkismyndugleikunum frammanundan, gera altjóðarættarligar sáttmálar við fremmand ríki og millumtjóðafelagsskapir, heruppií fyrisitingarligar sáttmálar, ið til fulnar viðvíkja yvirtiknum málsøkjum.

...

Stk. 3. Sáttmálar, sum nevndir eru í stk. 1 og stk. 2, verða gjørdir undir heitinum Føroya landsstýri ella Føroyar.”

Føroya landsstýri fær hervið rætt til at samráðast og gera sáttmálar í egnum navni mótsett verandi § 2 í uttanríkispolitisku heimildarlógini.

Til tess at betra um § 4 í uttanríkispolitisku heimildarlógini skjóta vit upp eina § 3, stk. 2, sum ljóðar so:

“§ 3, stk. 2. Danmarkar stjórn skal lata inn umsókn, ella stuðla slíkari, um limaskap Føroya í millumtjóðafelagsskapum, ið loyva hesum.”

Nú “skal” danska stjórnin lata inn umsókn frá Føroyum, ikki einans kann hon. Uppskotið ger tað møguligt, at Føroyar fáa fullan limaskap í felagsskapum, so sum WTO, sum loyva øðrum enn fullveldisríkjum limaskap og tað ósansæð, um Danmarkar ríki longu er limur við atliti at øðrum pørtum av ríkinum enn Føroyum.

Danir hava higartil víst aftur, vísandi til § 19 í grundlógini, at slík nýskipan ber til. Kortini hava serfrøðingar, eitt nú Ole Spiermann, víst á, at grundlógin er ikki ein forðing. Longu í og við, at leiðandi løgfrøðingar eru ymiskir á máli, eigur danska stjórnin at lata ivan koma Føroyum til góðar vísandi til sama atlit, sum liggur aftanfyri sokallaðu sikkerhedsdoktrinen (t.e. at grundlógin skal ikki seta politiska valdið til viks, um talan ikki er um greitt grundlógarstríð).

Kortini eigur at tryggjast í viðmerkingunum til nýggju lógina, at møgulig statsábyrgd undir altjóðarætti, sum Føroya landsstýri kann draga uppá danska statin, verður send víðari til Føroya landsstýri.

4. JAVNRÆTT Í TULKING
Stórt vald liggur í støðuni sum autoritetur í lógartulking og serliga við tulking av so politiskum lógum sum heimastýrislóg, yvirtøkulóg, uttanríkispolitiskari heimildarlóg og grundlóg.

Tað er ongastaðni sagt, at ríkismyndugleikarnir hava myndugleika at tulka fram um føroyskar myndugleikar. Kortini liggur ein grunsil fyri hesum innbygdur í ta eindarstatsfatan, sum ríkismyndugleikar hava, sbr. omanfyri. Danir síggja seg hava tulkingarrætt, og føroyingar hava havt lyndi til at góðtaka hetta.

Skal nakar veruleiki vera í eini meira javnari støðu millum ríkismyndugleikarnar og Føroyar, má javnstøða vera í tulking. Neyðugt er at áseta nakrar formligar reglur um tulking. Vanliga verður ikki hildið rímiligt at geva dómstólum ella øðrum avgerðartakarum boð um, hvussu tulking skal fara fram. Men har ymiskar politiskar eindir standa móti hvørjum øðrum, so sum i altjóða skipanini ella í samveldisstøðu, er hetta øðrvísi. Tí eru reglur í Wienarasáttmálanum um sáttmálatulking frá 1969 um tulking at tryggja eina meira objektiva (orðaljóð) heldur enn subjektiva (ætlan hjá pørtunum) tilgongd til tulking. Viðurskiftini millum Føroyar og Danmark eru ikki neyvt sum ein altjóða skipan, men til hetta endamál er ein samanbering  rímilig. Skotið verður tískil upp henda grein um tulking:

“§ 4. Henda lóg, sum samstundis er ein sáttmáli, er samtykt við einsljóðandi lógarteksti og viðmerkingum, á løgtingi á føroyskum máli og á fólkatingi á donskum máli.

Stk. 2. Stendst tulkingarivi, hava føroysku og donsku lógartekstirnir sama myndugleika.

Stk. 3. Við tulkingariva skal tann tulking veljast, sum best sameinir felags meining og endamál grundað á orðaljóð í báðum lógum.”

Ikki minst hetta, at føroyska og danska útgávan av heimastýrislóggávuni skulu skal hava sama myndugleika (vera eins autoritativar) er týðandi. Eisini er avgerandi, at teksturin hevur størri týdning enn forarbeiði og annað, sum einans kann siga nakað um viljan hjá øðrum lóggevaranum heldur enn báðum.

Síðan verður skotið upp at seta eitt stykki inn aftrat:

”§ 4, stk. 4. Stykkini 2 og 3 skulu á sama hátt galda tulking av Lóg um Føroya heimastýri, Lóg um mál og málsøki føroyskra myndugleika at yvirtaka og Lóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera.”

5. EGIÐ DØMANDI VALD
Javnrættur í tulking gevur kortini ikki góða meining uttan viðkomandi myndugleikar við autoriteti at tulka. Formligi lóggevarin gevur mangan heldur yvirskipaðar og almennar lógir uttan at hava fulla avkláring um, hvat lógirnar skulu merkja í praksis. Tá gerast instansir við dømandi myndugleika týðandi viðleikarar, onkur hevur kallað tey partnarar, í rættarskapandi prosessini.

Ikki einans eru egnir dómstólar týðandi fyri rættarskapanina – í hvussu er, um hon skal vera í ein mun autentisk og føroysk ikki bara influtt. Lóggávuførleiki verður eisini mentur av einum samfelag umkring Løgtingið, serliga dómsvaldinum og øllum tí, sum hoyrir til eitt egið løgfrøðiligt samfelag. Uttan hetta fer Løgtingið at hava ringt við at fata grundleggjandi rættindini og rættarprinsipp, hvørs fatan er neyðug fyri so manga lóggávu.

Føroyska heimastýrið hevur síðan yvirtøkulógina í 2005 kunnað sett egnar dómstólar á stovn, men ongin áhugi hevur verið í hesum. Eisini hevur yvirtøkulógin havt ta avmarking í § 1, stk. 2, at ein hægstirættur ikki kann stovnast í føroyskum málum. Tá ein ovasti dómtólur er avgerandi fyri at avsiga prinsipiellar úrskurðir og leggja kós fyri eitt dómsvald, eigur ein áseting tískil at staðfesta hetta sum ein møguleika. So sum:

“§ 5, stk. 1. Dómstólar, sum føroyskir myndugleikar seta á stovn, hava endaligan dømandi myndugleika og dómsvald á øllum málum og málsøkjum í Føroyum.”

Tað stendur ikki úttrykkiliga, men í hesum, at føroyskir dómstólar kunnu setast á stovn, sum hava endaligan myndugleika, merkir at føroyskur hægstirættur eisini kann stovnast. Tað er hinvegins skiljandi, um ríkið vil tryggja sær, at ríkisins felags hægstirættur fær avgerandi orðið í felagsmálum og annars málum viðvíkjandi lógum av serligum týdningi fyri alt ríkið, so sum grundlógina. Tískil kundi eitt stykki aftrat ljóðað so:

“§ 5, stk. 2. Innan felagsmál, ella viðvíkjandi ríkisins stjórnarskipan, kann loyvi eftir umsókn gevast til, at mál stevnast inn fyri ríkisins felags Hægstarætt.”

6. GERÐARRÆTTARSKIPAN
Hóast egnir føroyskir dómstólar verða skipaðir, er framvegis trupulleikin við tulking av stjórnarrættarligum grundreglum, ið eru felags. Ivi kann nevniliga vera um, hvørt dómstólar hoyrandi til bara eina skipan, kunnu vera óheftir at døma í málum av týdningi fyri báðar skipanir.

Av hesi orsøk krevst samtykki frá báðum (øllum) statum, áðrenn altjóða dómstólar fáa viðurkent løgdømi. Vanligt er eisini í altjóðarætti at leggja mál fyri gerðarrætt (voldgift), har partarnir hava javnbjóðis umboðan. Sambandið millum Føroyar og Danmark er ikki altjóða, men partar av tí kunnu samanberast við eitt altjóða samband.

Av líknandi grundum er longu ein nevnd skipað sambært § 6, stk. 2, í heimastýrislógini at avgreiða iva um markamót millum ríkið og heimastýrið. Henda nevnd er ongantíð sett, men í rættarpraksis er undirtøka fyri, at nevndin eftir § 6, stk. 2, heldur enn vanligu dómstólarnir, eigur at taka avgerð um heimildarmørk millum ríkispartarnar (BS 899/2015, sagdur 2. mai 2016 í sokallaða grindamálinum).

Kortini er verandi nevnd ikki óheft, tí tríggir hægstarættardómararar skulu avgera ósemju millum sína egnu skipan og eina autonoma skipan í útriðini av ríkinum. Hetta er støðan, um teir fýra politisku limirnir, tveir valdir av frá landsstýrinum og tveir av stjórnini, ikki semjast.

Til tess at fáa eina betri javnvág, verður skotið upp at betra um hesa skipan og kalla hana gerðarrættarskipan. Júst hvussu gerðarætturin skal setast og annars virka, kunnu tað vera ymiskar meiningar um. Vanliga hava atkvøðureglurnar verið meirilutameginreglan, har ástøðumaður (opmand) tekur avgerð, tá atkvøðujavni (stemmelighed) er. Ástøðumaðurin hevur ofta verið eitt umboð fyri eitt 3. land. Slík skipan er helst ikki løtt at góðtaka í eini skipan, sum hóast alt ikki er er altjóðarættarlig. Tí skjóta vit upp, at formaðurin skal taka avgerð, tá tað stendur á jøvnum, og at hann verður valdur við lutakasti, um semja ikki fæst um valið.

Her er skitsa til eina grein um, hvussu gerðarrætturin kundi verið skipaður:

“§ 6. Bæði løgmaður og forsætismálaráðharrin kunnu leggja ivamál um heimildir føroyska heimastýrisins og ríkisvaldsins móti hvørjum fyri gerðarrætt.”

Javnvágin í samansetingini kundi verið skipað so:

“§ 6, stk. 2. Gerðarrætturin er skipaður av tveimum limum, sum ríkisstjórnin velur, tveimum limum, sum landsstýrið velur, tveimum hægstarættardómarum, sum danski løgmálaráðharrin velur, og tveimum løgfrøðingum, sum landsstýrismaðurin við lógarmálum velur. Til hvørt mál verða løgfrøðiligu umboðini úr Hægstarætti úttikin við lutakasti millum allar hægstarrættardómarar, og umboðini fyri landsstýrið verða somuleiðis úttikin við lutakasti av lista við 10 løgfrøðingum við kunnleika til stjórnarrætt, sum landsstýrismaðurin við lógarmálum velur sætta hvørt ár.”

Rætturin kundi skipað seg sjálvan og valt formann so:

“§ 6, stk. 3. Gerðarrætturin skipar seg sjálvur fyri hvørt mál sær við formanni, sum má vera valdur millum løgfrøðiligu umboðini. Fæst semja ikki, verður valið framt við lutakasti.”

Reglur um viðtøkuføri, atkvøðu og málsføri:

“§ 6, stk. 4. Einans gerðarrætturin hevur málsførleika í málum um heimildir føroyska heimastýrisins og ríkisvaldsins móti hvørjum øðrum.

§ 6, stk. 5. Gerðarrætturin er viðtøkuførur, tá allir limir eru møttir.

§ 6, stk. 6. Eru teir fýra av ríkisstjórnini og landsstýrinum valdu limirnir samdir, er málið endaliga avgjørt.

§ 6, stk. 7. Fæst semja ikki, verður málið avgjørt av teimum fýra løgfrøðiligu limunum við vanligum meiriluta. Standa atkvøðurnar á jøvnum, er formansins atkvøða avgerandi.”

At enda er eisini neyðugt, at § 6, stk. 3, í heimastýrislógini verður broytt fyri at fáa størri javnvág, so rætturin sjálvur heldur enn forsætismálaráðharrin einsamallur kann geva máli steðgandi virknað:

“§ 6, stk. 8. Gerðarrætturin kann eftir áheitan frá antin forsætisráðharrinum ella løgmanni gera av fyribils at seta úr gildi samtykt, sum er løgd fyri gerðarrættin, inntil avgerð fyriliggur.”

7. EINVEGIS RÆTTUR AT SKIPA EGIÐ RÍKI
Danska stjórnin hevur viðurkent, at føroyingar hava rætt til at skipa landið sum egið ríki. Kortini hevur stjórnin ferð eftir ferð sagt, at hesin rætturin er treytaður av, at Fólkatingið gevur sítt samtykki. Ein rættur, sum onkur skal samtykkja til, er ikki ein rættur.

Hetta merkir, at ríkismyndugleikarnir hava buktina og báðar endarnar í eini samráðingarstøðu. Ein einvegis rættur hjá Føroyum til at skipa egið ríki (eisini kallað at loysa) hevði verið ein viðurkenning av einum (eksternum) sjálvsavgerðarrætti til føroysku tjóðina og samstundis eitt stórt stig fram móti størri rættarligari javnstøðu – um fullveldi aftur bleiv eitt samráðingarevni við donsku stjórnina.  

Skotið verður tískil upp, at hesin rætturin verður staðfestur í lógini um sjálvræði Føroya. So sum:

“§ 7. Føroya fólk tekur avgerð, um Føroyar skulu skipast sum egið ríki. Samráðingar mugu hava verið við ríkismyndugleikarnar áðrenn slíka avgerð, men avgerðin treytast ikki samtykki frá ríkismyndugleikunum.”

Hetta er ikki í stríð við grundlógina, tí § 19 ikki er viðkomandi fyri einvegis føroyskan loysingarrætt (longri frágreiðing um hesi viðurskifti er í Bárður Larsen & Kristian Joensen, “Ensidig løsrivelse reguleres ikke af grundlovens § 19”, Juristen 2020, s. 254 – 268).

8. AVTØKA AV FÓLKATINGSUMBOÐANINI
Eitt týðandi tekin um ójavnvág millum ríkispartarnar er føroyska fólkatingsumboðanin, sum er ímyndin av tí ómøguligheit, sum liggur í at stremba eftir at verða javnsett við eina eind, sum ein sjálvur er og framhaldandi vil vera integreraður í.

Ríkisdags- og fólkatingsumboðanin gav góða meining í tíðini, áðrenn føroyska lóggávuvaldið av álvara mentist, serliga aftaná heimastýrislógina frá 1948. Við tíðini eru fólkatingslimirnir kortini farnir at líkjast umboðsmonnum heldur enn parlamentarikarum.

Danskir myndugleikar hava fleiri ferðir viðurkent, at verandi § 28 í donsku grundlógini um føroysku fólkatingsumboðanina er ikki bindandi grundlógarnormur. Fólkatingsumboðanin kann v.ø.o. avtakast uttan at broyta grundlógina.

Verður ein skipan við lóggávuveto samtykt (sbr. omanfyri undir pkt. 2), er tað undir øllum umstøðum kring løgting og landsstýri, at tær avgerandi samráðingarnar fara fram um eisini lóggávu innan felagsmál

Skotið verður tískil upp ein grein til hetta endamál:

“§ 8. Fólkatingsval verður ikki hildið í Føroyum aftaná, at hendan lóg er komin í gildi.”

SAMANUMTIKIÐ
Í  hesi grein hava vit tikið danska forsætismálaráðharran og aðrar leiðandi politikarar uppá orðið, tá teir siga, at sokallaði ríkisfelagsskapurin er ella skal vera ein felagsskapur millum javnbjóðis partar. Greinin vísir á broytingar, sum kunnu gerast í eini Lóg um sjálvræði Føroya at broyta heimastýrislóggávuna til tess, at skipanin kann gerast javnari. Kortini er greitt, at full rættarlig javnstøða einans kann verða, um Føroyar gerast antin fullveldisríki ella statur í samveldi, har Danmark (og evt. Grønland) er hin staturin undir felags stjórnarskipan.

(høvundarnir eru í gongd við at umskriva og víðka hesa grein til eina akademiska grein til Føroyskt Lógarrit) 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo