Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Verður uppskotið hjá landsstýriskvinnuni við skúlamálum viðvíkjandi 10. flokki samtykt, hevur tað avleiðingar fyri teir skúlarnar, sum hava færri enn 15 næmingar í 10. flokki. Ein teirra er Stranda skúli, sum hetta skúlaárið hevur 9 næmingar í 10. flokki. Endamálið við uppskotinum er at savna 10. flokk í 7 eindir kring landið, soleiðis at næmingatalið verður hægri, og útboðið av lærugreinum somuleiðis.

- Í okkara føri er hetta púra burturvið og einki annað enn ein sparing, tí vit samstarva longu við tveir skúlar, og hetta samstarvið gongur ógvuliga væl. Avleiðingin fyri okkara part verður, at vit missa 28 tímar, tað vil siga ein lærara, og tað er sjálvandi ógvuliga óheppið. Hetta fær eisini avleiðingar fyri, hvussu vit skipa skúlan; vit hava í fleiri ár skipað alla hádeildina soleiðis, at næmingarnir verða ikki floksbýttir. Næmingarnir úr 7. upp í 10. flokk eru saman og býttir sundur eftir førleika og tørvi; ein næmingur í 7. flokk, sum er væl fyri í onkrari lærugrein, kann vera saman við onkrum í 10. flokki; av tí sama fáa fleiri næmingar gagn av breytartilboðunum. Við ætlaðu broytingini fær tað avleiðingar fyri henda mátan at skipa skúlan, sigur Hans Petur Jacobsen, skúlastjóri.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo