Í hvørjari sál er ein tosti eftir eydnu og meining við lívinum
- Thomas Aquinas

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Korona.fo: Sóttarhaldsreglurnar eru linkaðar, soleiðis at einans smittað skulu í sóttarhald. Tað vil siga, fólk sum hava fingið positivt úrslit av eini skundkanning ella eini PCR-kanning.

Sóttarhald
Smittað, ið hava sjúkueyðkenni, verða roknað sum smittufrí og kunnu fara úr sóttarhaldinum, tá sjúkueyðkennini eru burtur. Tó verður mælt til at verða í sóttarhaldi í minst fýra dagar.

Tey, ið eru smittað, men ikki hava sjúkueyðkenni, kunna fara úr sóttarhaldinum fýra dagar eftir at kanningin var positiv.

Kanningar
Tættar kontaktir (húski hjá smittaða) eiga at lata seg kanna við PCR kanning triðja dagin eftir at tann smittaði lat seg kanna.

Aðrar kontaktir eiga at lata seg kanna við skundkanning triðja dagin eftir at tann smittaði lat seg kanna. Er skundkanningin positiv, eigur ein at lata seg kanna við PCR kanning.

Heitt verður á øll um at minnast til almennu ráðini um gott reinføri og at halda frástøðu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo