Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskamarknaður Føroya: Bæði ísfiskalínuskipini eru til fiskarí. Vit rokna við at annað landar í vikuni, meðan hitt landar í aðru viku. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu og longu. Fimm frystilínuskip eru við Ísland og trý eru við Føroyar. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu. Nøkur landa í vikuni.  

Streymurin er hampuligur, men veðrið verður óvuliga skiftandi, so tað verður ikki so nógvur útróður. Fiskaríið er brúkiligt. Tað er er blandingur av toski og hýsu bátarnir fáa. Tað eru fleiri, sum nú eru farnir at fiska við snellu.

Ein djúpvatnstrolari er á kongafiskaveiðu og ein fiskar svartkalva. Væntandi landa báðir síðst í vikuni. Ein frystitrolari er á svartkalvaveiðu. Jákup Sverri ger yvirlitstrolingar nú, so hann kemur inn við nakað av hýsu og toski.

Øll pørini uttan eitt eru til fiskarí. Fiskaríið hevur verði hampuligt. Tað er ikki nógv av hvítfiski pørini fáa. 

Bert tveir trolbátar eru úti. Báðir eru norðanfyri og fiska. Teir fáa mest av toski og so nakað av hýsu, reyðsprøku og annan fisk. Báðir landa í vikuni.

Tvey garnaskip fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Øll landa í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo