Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Mynd: TAKS

Mynd: TAKS

Mynd: TAKS

TAKS: So skalt tú rinda skatt av koyringini, tí so er tað fríur bilur. Arbeiðsplássið skal kanska eisini endurrinda mvg'ið, tað fekk aftur fyri bilin.

Tað er sama søga, um tú fert á møti við bilinum, til fótbóltsdyst, koyrir børnini í barnagarð, keypir morgunbreyð til familjuna og hvat sum helst, ið ikki hoyrir til uppgávurnar hjá arbeiðsplássinum.

Annarhvør føroyingur heldur, at reglurnar um firmabilar verða ikki hildnar
Tað kemur fram í feskari brúkarakanning, har TAKS spyr fólk, hvussu raskir føroyingar eru at halda skattareglur landsins. Nógvir ymiskir spurningar verða settir, og tá ið ræður um firmabilar, halda 64% av teimum spurdu, at firmabilar hjá almennum stovnum verða brúktir privat, og 40%, at firmabilar hjá fyritøkum verða tað. Tað er ikki ólógligt at brúka ein firmabil privat, men so er talan um frían bil, og nýtslan er skattskyldig.

Fólk halda, at nýtslan av firmabilum skal kannast
Tað tekur TAKS til eftirtektar og fer í næstum at gera nýtslusýn av firmabilum, har tað til ymisk høvi fer at verða kannað, um firmabilar verða brúktir sambært reglunum.

Les meira og síggj reglurnar um firmabilar á www.taks.fo/firmabilar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo