Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavn.fo: Skrúvað verður fyri vatninum kring Villingadalsvegin og Sundsvegin, í Hoyvík, á Hvítanesi og á Sandvíkarhjalla frá í kvøld kl. 22 til týsmorgunin 14. november kl. 6.

Tað er av stórum týdningi, at borgarar í økjunum lata vera við at brúka vatn, ímeðan stongt er fyri vatninum. Hetta er fyri at leiðingarnar ikki skulu tømast, tí tá ið umleggingin er gjørd, skulu leiðingarnar fyllast við vatni aftur og luft fáast úr leiðingunum.

Vatnleiðingin úr reinsiverkinum í Villingadali verður løgd um í sambandi við arbeiðið at gera nýggja innkomuvegin. Tí er neyðugt at skrúva fyri vatninum, meðan arbeiðið verður gjørt. Og fyri at órógva borgarar sum minst, verður umleggingin gjørd um náttina.

Á kortinum sæst, hvar skrúvað verður fyri vatninum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo