Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Batnandi veður og brúkiligur fiskiskapur gera, at helst fer nakað av fiski at koma uppá land í vikuni sum kemur.

Tað sigur Fiskamarknaður Føroya í síni meting.

Eitt ísfiskalínuskip er úti, tað fiskar mest hýsu og tosk og landar møguliga síðst í vikuni. Helst fer okkurt annað avstað, nú veðurforsøgnin er heldur fragari. Fýra frystilínuskip eru til fiskarí. Tvey fiska í føroyskum sjógvi og tvey í íslendskum sjógvi. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu, brosmu og so nakað av øðrum fiskasløgum. Væntandi fara fleiri avstað í næstum.

Viðvíkjandi útróðrinum verður sagt, at streymurin verður brúkiligur, veðri verður umskiftandi við nógvari lágætt, so helst verður nakað av útróðri norðanfyri. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski, og fiskaríið er brúkiligt.

Pørini fiska upsa, men fáa eisini eitt sløð av hvítum fiski, serliga longu og hýsu. Tvey garnaskip fiska svartkalva og eitt havtasku, fiskaríið er brúkiligt hjá øllum, og tey koma at landa í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo