Ein av mongu fyrimununum hjá hinum ríka er, at hann hevur ráð at ganga fátæksliga ílatin
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Í morgun bjóðaði Viðareiðis kommuna borgarunum til góðan morgunmat ísamband við, at búmerkið fyri Viðareiðis skúla varð avdúkað. Búmerkið varð avdúkað í miðhøll skúlans í morgun kl. 10.00 og væl av fólki var til avdúkingina. 

1., 2. og 3. virðisløn vóru latnar. Thurid Brend vann 2. virðisløn, og tað var Eyðun Eliasen arkitektur og sniðgevi, sum vann búmerkjakappingina og tískil fekk 1. virðisløn. Búmerkið er einfalt og greitt, og tó rúmar tað innihaldinum, sum ímyndar Viðareiðis skúla, skúlans virksemi og umhvørvið, sum skúlin sprettir úr.

Skúlastýrið fyri Viðareiðis skúla útskrivaði búmerkjakappingina fyrr í vár. Ein dómsnevnd hevur tilmælt trý av innkomnu uppskotunum, og skúlastýrið fylgdi tilmælinum frá dómsnevndini.

Fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo