Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vísandi til tøl hjá Hagstovuni, so ber til at rokna seg fram til burðartalið síðani 1985.

Og burðartalið hevur verið støðugt fallandi seinastu árini, sum víst er niðanfyri:

Í 1990 var burðartalið 2,78
Í 2000 var burðartalið 2,58
Í 2010 var burðartalið 2,51
Í 2022 var burðartalið 2,05

Vert er at leggja til merkis, at í 2022 er burðartalið lækkað heilt niður á 2,05.

Hví lækkar burðartalið?
Burðartalið lækkar munandi, tí barnatalið lækkar munandi.

Sambært tølum hjá Landslæknanum, vóru í miðal 862 børn fødd árliga frá 1986-1990, meðan tað í tíðarskeiðinum frá 2018-2022 er lækkað niður í miðal 671 børn árliga.

Sostatt er árliga barnatalið lækkað við í miðal 200 børnum uppá 30 ár, og seinastu fáu árini gongur av álvara skeiva vegin.

Í 2022 kom talið av føddum børnum heilt niður á 631. Hetta er tað lægsta í nógv ár, men hetta er ikki nakað eindømi, tí væntaða barnatalið í 2023 er bert 565, sum er tað lægsta í nógv nógv ár.

Men hví skramblar barnatalið niður beint nú?

Miðalaldurin hjá føðandi kvinnum hækkar
Tað framgongur av tølunum hjá Hagstovuni og Landslæknanum, at miðalaldurin fyri nær kvinnur fáa børn, er hækkaður munandi seinastu árini.

Tølini vísa, at miðalaldurin fyri føðandi kvinnur í 1994 var 28,0 ár, meðan hann var 30,6 ár í 2021. Harvið er miðalaldurin fyri føðandi kvinnur hækkaður 2,6 ár uppá stutta tíð.

Tað fyriliggja eisini hagtøl hjá Landslæknanum fyri, hvønn miðal aldur kvinnur hava, tá tær eiga sítt 1.,2.,3.,4. og 5. barn.

Sambært hesum, so var miðalaldurin hjá kvinnum 26 ár, tá tær í 2006 fingu sítt fyrsta barn. Í 2021 er hetta hækkað til 28 ár. Hetta er eisini ein týðandi hækking. Miðalaldurin á pápum hjá føddum børnum í 2021 var 34 ár. Hetta er eisini høgt.

Kreppan í 1992 spælir eisini inn
Áðrenn kreppuna í Føroyum í 1992 var barnatalið í Føroyum sera høgt, omanfyri 900 børn árliga. Hendan gongdin vendi brádliga skeiva vegin í 1992, og longu í 1994 var talið av føddum børnum lækkað heilt niður til 668. Harvið lækkaði barnatalið næstan 300 børn um árið uppá fá ár tá kreppan var í Føroyum.

Og av tí, at miðalaldurin fyri føðandi kvinnur í Føroyum nú liggur millum 30-31 ár, sum tølini hjá landslæknanum vísa, eru tað árgangirnir frá 1993 og árini aftaná, sum nú skulu halda barnatalinum í Føroyum uppi.

Men av tí at hesir árgangirnir eru nógv minni enn í árunum frammanundan, sum greitt er frá omanfyri, so forklárar tað møguliga ein part av øgiliga ógvisliga fallinum í barnatalinum beint nú.

Føroyar eru eisini aftanfyri viðvíkjandi fertilitetsviðgerð
Man kann eisini hugsa, at av tí, at miðalaldurin á pápum hjá nýføðingum hækkar, og at miðalaldurin hjá føðandi kvinnum hækkar, so vil hetta møguliga viðføra, at tað verður meira brúk fyri fertilitetsviðgerðum.

Vísandi til tøl hjá Sunhedsdatastyrelsen í Danmark, er talið av fertilitetsviðgerðum í Danmark hækkað seinastu árini.

Í 2021 var talið av fertilitetsviðgerðum av donskum kvinnum 33.211.

Úrslitini av hesum 33.211 fertilitetsviðgerðunum vóru 5.993 føðingar og 6.172 fødd børn.

Í Danmark vóru tilsamans 63.710 børn fødd í 2021.

Sostatt vóru áleið 10% av føddu børnunum í Danmark í 2021 gjørd við hjálp av fertilitetsviðgerð.

Eg havi fingið innlit í føroysku tølini frá Heilsumálaráðnum. Í 2022 vóru í Føroyum 49 kvinnur ávístar til fertilitetsviðgerð uttanlands.

Føroysku tølini kunnu tó ikki heilt samanberast við tey donsku, tí í Føroyum framganga ikki tey, ið hava verið í fertilitetsviðgerð á privat klinikkum. Veruliga talið er tí helst nakað hægri enn 49.

Hóast hetta, so kann man staðfesta, at føroysku tølini fyri fertilitetsviðgerðir eru nógv lægri enn í Danmark, og at Føroyar tískil eru langt aftanfyri, tá tað kemur til fertilitetsviðgerðir.

Um vit tó velja at brúka talið 49, sum eru føroyskar kvinnur ávístar av heilsuverkinum til fertilitetsviðgerð uttanlands, so merkir tað, at hesar viðgerðir vilja føra til 9 fødd børn um árið, um vit samanbera við talið av føddum børnum í mun til fertilitetsviðgerðir í Danmark.

Sostatt er eitt kvalifiserað git, at tað kanska bert er 1 út av 50 børnum í Føroyum, ið verða fødd við hjálp av fertilitetsviðgerð, samanborið við 1 út av 10 børnum í Danmark.

Um hetta veruliga er so, so mangla áleið 40-50 børn at verða fødd í Føroyum árliga.

Kanska er orsøkin til hetta, at føroyskar kvinnur og menn ikki hava somu atgongd til fertilitetsviðgerð sum onnur lond.

Tað kann møguliga vera trupult hjá einari føroyskari familju - bæði fysiskt, sálarliga og fíggjarliga, at tey noyðast uttanlands upp til fleiri ferðir, áðrenn tað kanska eydnast at fáa eitt barn við hjálp av fertilitetsviðgerð. Langa bíðitíðin til teir serlæknar, sum kunnu ávísa víðari til fertilitetsviðgerð uttanlands, ger nokk heldur ikki støðuna lættari.

Er tað ein trupulleiki at hava lágt burðartal?
Tað eru nógv lond, sum stríðast við fallandi burðatøl. Av harðast raktu londunum kunnu nevnast Italia, Spania, Kina, Suður Korea og Japan.

Japanski forsetin Fumio Kishida, ávaraði í januar 2023 um, at landið stendur á gáttini til eitt skrædl av samfelagnum, um gongdin í burðartalinum ikki vendir. Lækkingin í burðartalinum ávirkar samfelagsbúskapin í Japan nógv.

Japanska stjórnin er tí farin undir eina stuðuls ætlan til ungar familjur, har ætlanin er at gera átøk fyri 170 milliardir krónur, fyri at venda gongdini.

Í Ungarn hevur man, soleiðis sum eg skilji tað, ásett, at kvinnur sum eiga 4 børn ella meira, ongan skatt skulu gjalda yvirhøvur, meðan kvinnur við fleiri børnum fáa týðandi frádráttir.

Elon Musk, stjóri í Tesla og heimsins ríkasti maður, sigur, at størsti trupulleikin í heiminum júst nú eru lágu burðartølini. Eisini sigur hann, at við núverandi gongd standa vit frammanfyri einum kollapsi í fólkatalinum.

Føroyar má hugsa um barnatalið heldur enn vaksandi tal av eldri
Nýggja gandaorðið í Føroyum er haldføri. Haldføri í búskapinum.

Viðvíkjandi hesum verður sagt, at vit framyvir koma at hava nógv fleiri eldri, og at tað kemur at kosta nógv.

Og nú mugu vit hækka pensjónsaldurin upp til 72 ár beinanvegin, fyri at nakað skal hanga saman fíggjarliga, sigur Búskaparráðið.

Tað er skeivt, at bara brúka hendan vinkulin at síggja tingini uppá.

Ístaðin fyri bara at síggja vaksandi talið av eldri sum ein trupulleika, eiga vit heldur at venda kanónini og spyrja okkum sjálvi, hví barnatalið hjá okkum fellir so nógv, og um tað er nakað vit kunnu gera við tað?

Lækkandi barnatalið hevur stórar avleiðingar fyri haldføri, og hvussu vit fara at megna at fíggja vælferðarsamfelagið framyvir.

Um vit hava hægri barnatal, so verða fleiri á arbeiðsmarknaðinum framyvir, og tað kann betra um haldføri.

Kunnu vit gera tað sama sum Japan og Ungarn, at stuðla barnafamiljum í at fáa fleiri børn?

Vit vita, at næstan øll børn sum verða fødd nú, eru planløgd. Tískil mugu vit royna at forða fyri, at fólk síggja tað sum eina stóra avbjóðing at fáa børn.

Vit kunnu bøta munandi um bústaðar møguleikarnar hjá ungum og lesandi í Føroyum, so fólk ikki síggja tað sum eina forðing at fáa børn, tá tey eru ung og lesandi.

Vit kunnu raðfesta fría barnaansing umframt týðandi minimum upphædd til barsil, eisini til ung og lesandi.

Man kann eisini geva skattligar fyrimunir til barnafamiljur.

Og hvørji rættindi og stuðul skulu familjur hava, sum fara ígjøgnum fleiri truplar og krevjandi fertilitetsviðgerðir uttanlands?

Kundu vit raðfest, at møguliga havt onkrar av hesum viðgerðum í Føroyum?

Eg haldi, at vit mugu taka hesa avbjóðing upp nú, og gera alt hvat vit kunnu, fyri at gera tað liviligt fyri tær ungu barnafamiljurnar í Føroyum.

Gera vit ikki tað, so lækkar burðartalið møguliga enn meira, og so kemur hetta at kosta okkum nógv.

Henning Erhardsson Joensen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo