40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Tónaskaldið og tónleikarin Burt Bacharach er deyður, 94 ára gamal.

Nakrir av kendastu sangum hansara eru «Raindrops Keep Fallin' On My Head», «Walk On By», «That's What Friends Are For» og «Do You Know The Way to San José.»

Bacharach vann ein Oscar fyri tónleikin til filmarnar «Butch Cassidy and the Sundance Kid» í 1970, og «Arthur» í 1982.

Bacharach doyði í heimi sínum í Los Angeles í gjár av natúrligum orsøkum, sigur pressukontaktin Tina Brausam í dag, skrivar NRK.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo