Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna
Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Bygdaleiðir og fallandi ferðafólkatal
Spurningar:
1. Er nøkur menningarætlan fyri Bygdaleiðir?
2. Er nøkur ítøkilig ætlan um at skipa ferðsluna hjá leið 400 gjøgnum Eysturoyartunnilin?
3. Er ætlanin at fáa fleiri fólk at nýta Bygdaleiðir aftur, og hvat ætlar landstýrismaðurin at gera fyri at náa hesum máli?
Viðmerkingar:
Sambært hagtølunum hjá SSL er talið av ferðandi við Bygdaleiðum minkað nógv seinastu árini. Fyri Bygdaleiðir íalt er talið av ferðandi minkað so líðandi frá 580.688 ferðandi í 2012 og niður í 480.901 ferðandi í 2022. Hetta er ein minking í ferðafólkatali á knapt 100.000 fólk eftir 10 árum.
Ynskja vit at steðga hesi gongd, og fáa fleiri at nýta kollektivu og almennu ferðamøguleikarnar – og harvið minka um samlaða útlátið frá akførum – er neyðugt við einari menningarætlan.
Størsta minkingin í tali av ferðandi er á leið 400 millum Tórshavn og Klaksvík. Í 2012 var talið av ferðandi á leiðini 157.915. Hetta talið er í 2022 minkað niður 81.481 ferðandi. Sostatt er talið av ferðandi á leið 400 nærum minkað niður í helvt yvir seinastu 10 árini.
Hyggja vit at tølunum, síðan Eysturoyartunnilin lat upp í desember 2020, var talið av ferðandi á leið 400 í 2019 tilsamans 128.655. Leggja vit tølini saman fyri ferðandi á leið 400 og 401 (tunnilsleiðin) so gevur tað 102.139, so framvegis er ein minking av ferðandi á gott og væl 25.000 fólk.
At ferðslan hjá leið 400 er skipað uttanum Eysturoyartunnilin merkir, at tey ferðandi brúka ein tíma eyka aftur og fram, hvørja ferð tey fara til Havnar ella Klaksvíkar.
Í dagsins samfelagi ynskja fólk at ferðast stytstu leið, og harumframt er tað dýrari fyri SSL og umhvørvið at koyra longstu leið. Her eru meirútreiðslur til brennievni, størri útlát og meira slit á vegirnar. Harumframt er tað ikki gott fyri umhvørvið, at stórir bussar við fáum ferðafólkum verða nýttir til henda flutning.
Fyri at fáa greiðu á, hvat landstýrismaðurin ætlar, verða hesir spurningar settir.
Á Løgtingi, 28. august 2023
Eyðgunn Samuelsen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo