40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Klaksvíkar kommuna: Á býráðsfundi í gjár tók eitt samt býráð undir við, at geva hotel verkætlanini í miðbýnum princippielt byggiloyvi. Fyrireikingar eru longu í gongd og eru arbeiðsskúrar settir upp á útfyllingini. Tað er felagið Sp/f 31. oktobur 2022 sum letur hotellið byggja

Talan er um eina spennandi og slóðbrótandi verkætlan, sum fer at menna býin og geva nýggjar ferðavinnumøguleikar í Norðoyggjum. Eigararnir av hotell felagnum meta, at stóra verkætlanin við 81 kømrum, matstovu, ráðstevnuhølum og vælveruøki, fer at standa liðugt í 2025. Ætlanin er, at hotellið skal knýtast í sjóhitaskipanina hjá kommununi.

Fyri tíð síðan varð fyri eini arkitektakapping fyri hotell verkætlanina útskrivað, og átti teknistovan hjá Henning Larsen, sum eisini eigur uppskotið til miðbýarætlanina, besta uppskotið.

Byggiverkætlanin er ein privata verkætlan, sum kommunan ikki er partur av. Einasta fíggjarliga avleiðingin av býráðssamtyktini, at kommunan ber kostnaðin av at gera lendið byggiklárt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo