Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Prosjekterings- og byggieftirlitsútreiðslur til H-bygningin

Spurningar:
1. Hvussu stórar vóru upprunaliga mettu útreiðslurnar til prosjektering av Hbygninginum á LS?

2. Hvussu stórar eru útreiðslurnar til prosjektering, nú H-bygningurin stendur til at verða liðugur?

3. Hvussu stórar vóru upprunaliga mettu útreiðslurnar til byggieftirlit av Hbygninginum á LS?

4. Hvussu stórar eru útreiðslurnar til byggieftirlit, nú H-bygningurin stendur til at
verða liðugur?

5. Hvat er vanligt at seta av til prosjektering og byggieftirlit í einum byggiprosjekti, t.d. í % av samlaða byggikostnaðinum?

Viðmerkingar:
Løgtingið hevur nú nakrar ferðir givið Landsverki stórar eykajáttanir til at gera Hbygningin lidnan. Henda byggiverkætlan hevur meira og minni staðið opin fyri broytingum frá byrjan av, og tí eru komnar nógvar seinkingar, og stórar eykaútreiðslur eru lagdar afturat. Hvørja ferð hevur Løgtingið fingið eitt lyfti um, at hetta verður seinastu ferð, at biðið verður um eykajáttan, uttan so, at okkurt óvæntað hendir.

Við hesari flótandi planlegging av prosjektinum krevur tað eina óvanliga prosjekteringstilgongd, sum eisini gerst óvanliga kostnaðarmikil. Sama ger seg galdandi við byggieftirlitinum, sum er farið langt út um vanliga byggitíð. Upplýsast kann, at tað vanliga eru nøkur lyklatøl, sum verða brúkt til at seta av ávísa upphædd til prosjektering og byggieftirlit av byggjaríum. Í hesum førum er viðkomandi at fáa upplýst, hvat lutfalsliga er sett av til hetta byggiprosjektið, sum hevur drigið so longi út.

Politiska skipanin hevur í hesum prosjektinum latið játtanir uttan at fáa nakra trygd fyri, hvussu byggiprosjektið einaferð fer at enda, t.e. innihald og kostnaður. Eisini er trupult at gjøgnumskoða, til hvørji endamál peningurin ítøkiliga er játtaður. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Á Løgtingi, 20. november 2023
Johan Dahl

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo