Eg havi tapt í 300 veljarakanningum, men vunnið 3 val
- Margaret Thatcher

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Sunda kommuna: Arbeiðið við at gera byggiskránna til nýggja skúlan við Streymin og ítróttarhøllina er nú komið so mikið áleiðis, at skúlastýrini hava fingið hana til hoyringar.

Saman við byggiskránni eru eisini gjørdar nakrar tekningar, ið vísa hvar skúlin og ítróttarhøllin verða bygd. Tað eru Brim arkitektar, sum hava gjørt tekningarnar og verið ráðgevar í samband við byggiskránna.

Nýggi Skúlin við Streymin kemur at verða áleið 1500 fermetrar stórur í tveimum hæddum. Afturat skúlanum verður bygd ein ítróttarhøll á 1500 fermetur. Alt í alt verður bygt áleið 3000 fermetrar á økinum á Oyrarbakka.

Felagsskúlin og Norðskála/Oyrar skúli við verandi skúlastovum, fimleikarhøll og svimjihyli húsast á umleið 2000 fermetrum, og tá nýbyggingin er framd, verða umleið 5000 fermetrar av skúla og ítróttarhøll samla í einum skúladepli.

Stýrisbólkurin hevur havt fundir hvørja viku síðan ársbyrjan, og arbeitt hevur verið miðvíst eftir eini neyvari tíðarætlan. Verkætlanin við nýggja skúladeplinum liggur í føstum kørmum, soleiðis at útgrevstur, jørðarbeiði og planering skulu byrja í november í ár, og síðan skulu tilboðini upp á skúla og høll latast upp hálvan desember. Øll viðurskifti í samband við byggingina verða avgreidd fyri árslok 2016.

Mynd av verkætlanini

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo