40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Landsbanki Føroya: Enn er bústaðartrot, serliga í miðstaðarøkinum. Tað sæst aftur á prísvøkstrinum á býlum, sum myndin niðanfyri vísir. Myndin vísir gongdina í sethúsaprísum, sum eru skrásettir av Betri Banka fyri tíðarskeiðið 2001 til 2021, harafturat er fyrsti ársfjórðingur 2022 eisini við í myndini. Miðalprísurin í Tórshavn hevur verið vaksandi síðani 2012. Síðan 2017 tykist vøksturin í sethúsaprísinum uttanfyri miðstaðarøkið somuleiðis at vera øktur. Miðalprísurin á sethúsum uttanfyri Tórshavn var í fyrsta ársfjórðingi 2022 1,9 mió. kr. og í Tórshavn 4,3 mió. kr.  

Fyri at basa inflasjónini hava tjóðbankar kring heimin hækkað renturnar í 2022, umframt at prísur á vørum og tænastum er hækkað munandi í ár. Hetta ger at húskini hava lægri tøkupening og tí eru meira varin, tá tey skulu bjóða uppá eini sethús. Hetta fer møguliga at síggjast aftur í sethúsaprísunum komandi tíðina.

Í teoriini eiga sethúsaprísirnir at lækka, tá renturnar hækka, men framvegis er eftirspurningurin eftir bústøðum størri enn útboðið. Hóast arbeiðsloysið er metlágt, tilflytingin stór og búskaparliga virksemið stórt, so tálma hækkandi útlánsrenturnar keypihugin. Tí valdar í løtuni óvissa um útlitini fyri prísgongdina á bústaðarmarknaðinum.

Mangul á bústøðum er ein týðandi fløskuhálsur, sum kann forða fyri framhaldandi fólka- og búskaparvøkstri komandi árini. Búskaparráðið hevur framvegis ta fatan, at skilagott er, um kommunur við stórum fólkavøkstri framskunda útstykkingar av grundstykkjum, og serliga við grundstykkum til bygging av íbúðum. Her er trýstið enn størri enn á sethúsum, og harumframt er skjótari at ávirka bráfeingistørvin at fáa fleiri býli við at byggja íbúðir heldur enn at byggja sethús.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo