Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Mælt varð til, at játtaðar verða 1 mió.kr. til Koltursætlanini í ár, sum verður fíggjað av verandi játtan til ferðavinnu, umframt 1,5 miljón um árið komandi trý árini, tilsamans 5,5 miljónir krónur. Hetta varð einmælt samtykt á býráðsfundi í gjárkvøldið.

Ferðavinnupolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu mælir til, at kommunan stuðlar upp undir Koltursætlanina við eitt nú at dagføra vatn-, kloakk- og lendingarviðurskifti í oynni.

Tórshavnar fekk fyrispurning frá Tjóðsavninum, um kommunan vildi verða við Koltursætlanini – “Koltur fyri øll”, sum Tjóðsavnið hevur arbeitt við í nøkur ár, og í hvønn mun kommunan ynskir at verða við.

Tjóðsavnið hevur ábyrgd av Koltri, sum er partur av Tórshavnar kommunu, og hevur í nógv ár arbeitt við Koltursætlanini, og at finna fígging til ætlanina. Í stuttum er ætlanin at skipa oynna sum eina granskingarstøð viðvíkjandi mentanar- og náttúruarvi, at menna eina burðardygga ferðavinnu og at skapa karmar fyri burðardyggum vinnulívi.

Í sunnara partinum av oynni verða bygdarlag, bø og hagi og ætlanin er at endurreisa bygningar, byggja vitjunardepil, bátasmiðju, og skapa karmar fyri framsýningar, undirvísingartilboð og mentananarsøguligar upplivingar sum heild.

Á nátturfrøðiliga partinum er ætlanin at seta á stovn eina náttúrupark og náttúrugrannskingarstøð. Málbólkuirn er breiður og fevnir um næmingar, lesandi, føroysk og útlendsk ferðafólk, vinnan og onnur, sum hava tørv at njóta friðin.

Arbeiðið við verkætlanini er nú komið so mikið ávegis, at fíggingin og fíggingarleisturin skal fáast uppá pláss. Byggi- og projekteringsarbeiðið er mett at kosta uml. 67 mió.kr. og tað tekur trý ár at fremja.

Landið hevur játtað 9 mió.kr. á fíggjarlógini til verkætlanina. Umsóknir eru sendar øðrum myndugleikum, stovnum og útlendskum grunnum, ið eru jaliga sinnaðir fyri verkætlanini.

Tjóðsavnið ynskti, at kommunan stuðlar verkætlanini við eitt nú útreiðslum til vatn, kloakk og betra atkomuna frá bryggju niðan í bygdina – serliga fyri illa gongd.

Mælt varð til, at játtaðar verða 1 mió.kr. til Koltursætlanini í ár, sum verður fíggjað av verandi játtan til ferðavinnu, umframt 1,5 miljón um árið komandi trý árini, tilsamans 5,5 miljónir krónur.

Hetta varð einmælt samtykt á býráðsfundi í gjárkvøldið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo