Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FSF: Fyri lítlari viku síðan var lutakast í samband við komandi HM-undankapping hjá A-landsliðnum við kvinnum. Føroyar komu í bólk B saman við Spania, Skotlandi, Ukraina og Ungarn.

Og nú er greitt, hvussu leikskráin fer at síggja út. Føroyska liðið skal spæla fimm undankappingardystir í ár, og tríggjar í 2022.

Byrjað verður á heimavølli hósdagin 16. september, tá Spania, sum í løtuni er at finna á 13. plássi á styrksilistanum hjá FIFA, kemur hendan vegin á vitjan.

Skráin
16. sept. Føroyar – Spania
21. sept. Skotland – Føroyar
21. okt. Ukraina – Føroyar
26. okt. Føroyar – Ungarn
25. nov. Spania – Føroyar

2022
8. apríl Ungarn – Føroyar
2. sept. Føroyar – Ukraina
6. sept. Føroyar – Skotland

HM-endaspælið verður í Avstralia og Nýsælandi í 2023.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo