Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Summi hugsa, at tað er ein katastrofa, at krambakallar í handlum ikki tosa føroyskt. Og eg havi eisini hoyrt, at fleiri føroyingar nokta at tosa enskt í Føroyum. Men ímynda tær so, at handilin var lukkaður.

Sjálvandi er tað frægari at tosa enskt enn at koma til stongdar dyr.

Í eini kø í Effo í Gundadali í farnu viku hoyrdi eg ein miðaldrandi mann í boblujakka siga hesi kollveltandi orðini:

“Can I get four Gekkur?”

Krambakallurin strekti seg eftir fýra gekkum og svaraði fryntliga við einum smíli:

“Here you go, sir”.

Eingin misti av hesum. Allir partar vunnu. Kanska fekk maðurin enntá høvið at enduruppfríska nakrar enskar glosur frá fólkaskúlanum ella seinasta chartertúrinum.

Tað sigur alt. Bæði um støðuna við útlendskari arbeiðsmegi, men eisini um eitt samfelag, sum koyrir í fullari ferð. Vit koyra so skjótt, at vit mugu hava nýggjar sjaførar at manna allar bilarnar.

Í tíðarskeiðinum nov. 2021 til sep. 2022 eru 408 útlendingar komnir til Føroya at arbeiða. 

Eg haldi, at vit skulu taka væl ímóti teimum, síggja tað positiva, læra frá okkum og læra av teimum.

Hetta eru fólk, sum velja sítt heimland frá – og eitt ókent land til.

Fari at keypa four Gekkur í Effo oftari.

Bjarni Arge

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo