Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Tað verður lagt upp til tað heilt stóra brakið á Okkara Tórsfest á Vaglinum í Havn, leygarkvøldið 21. juli, tí í dag hava fyriskipararnir kunngjørt, at vælumtókti danski bólkurin Carpark North verður millum mongu nøvnini, sum fara á pall á Vaglinum í summar. Umframt Carpark North verða eisni Burhan G, Danny & The Veetos, Burak Yeter, Jacob Dinesen og Signar í Homrum millum mongu nøvnini, sum fara á pall hetta kvøldið. Og fleiri koma afturat - bæði føroysk og útlendsk.

Carpark North vitjaði fyrstu ferð í Føroyum í Mentarhúsinum í Fuglafirði á heysti 2005. Teir spældu á Voxbotn í 2013 og á Tórsfest í 2016. Tær konsertirnar teljast nokk millum allar bestu rokk-konsertirnar, sum hava verið her á klettunum. 

Og tað er eisini ein av orsøkunum, at Carpark North vildu sleppa aftur til Føroyar. Teimum dáma sera væl at spæla her og vilja sleppa at gera tað aftur - at fáa alla fjøldini við, sum seinast á Tórsfest.

Carpark North hava givið fleiri fløgur út og útgávurnar hjá donsku elektro rokkarunum hava fingið bæði platin og gull sølutøl og givið teimum pláss millum stóru donsku tónleikanøvnini hesumegin ártúsundskiftið.

Nýggjasta fløgan hjá bólkinum kallast “Hope” og kom út í oktober í fjør. Fløgan hevur fingið sera góð ummælir.

Vørumerkið hjá bólkinum er í alt størri mun vorðið góðu konsert-framførslurnar. Fokusið á at gera konsertirnar so góðar, sum til ber, er uttan iva ein av orsøkunum til, at bólkurin nú í skjótt 15 ár hevur talst millum bestu livebólkar í Danmark.

Við risahittum sum Transparent & Glasslike, Human og Shall We be Gratefull hevur Carpark North verið trúgvur gestur á donsku hittlistunum og stóru festivalunum í Danmark. Nú verður so aftur møguleiki at hoyra vælumtókt bólkin á Vaglinum í Havn leygarkvøldið fyri ólavsøku. 

Á Tórsfest verður eisini spæliland og tiltøk fyri børn á skránni um dagin, meðan stóru konsertirnar verða um kvøldið.

Forsølan til Okkara Tórsfest 2018 gongur væl og eftir henni at døma, verða nógv fólk á Vaglinum í summar. Fyriskipararnir vænta, at tað verður útselt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo