Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Men hvør er Charlie George is a Cat – og hvaðani stavar navnið frá?

Jú sært tú, í 6 ár hava Jákup Sofusson og Kenneth Hovgaard undirhildið og endurtulkað klassikarar fyri áskoðarafjøld undir navninum Charlie George is a Cat.

Men navnframa kettan, sum er uppkallað eftir einari Arsenal legendu, hevur flogið undir radaranum alla sína tíð. Egið tilfar er onki útgivið enn, og ongar útgávur hava verið undir bólkanavninum; til nú.

Jákup og Kenneth geva her síni boð upp á ”Have Yourself a Merry Little Christmas”, sum kanska serliga bleiv kendur, tá Frank Sinatra í sínari tíð gav sína útgávu út.

Charlie George is a Cat ynskir við hesum øllum eini gleðilig jól og gott nýggjár!

Ein serlig tøkk til Paula Magnussen fyri frálíkt undirspæl á bassinum.

Streingir, upptøkur, mix og mastring: Jákup Sofusson

Rødd: Kenneth Hovgaard

Bass: Pauli Magnussen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo