40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Kristiliga Tíðindatænastan v/ Poul Jóhan Djurhuus: At tað júst eru skógvaeskjur, sum verða nýttar, er tí, at skógvaeskjan er sum skapt til endamálið, tí hon er so passandi í stødd, og so hetta praktiska lokið.  

HEIMSINS STØRSTA
Tað er kendi evangelisturin Franklin Graham, sum fekk lagt á hjarta at stovna eitt afturvendandi átak, sum hevði til endamáls at senda gávueskjur til treingjandi børn á jólum.  Átakið fekk navnið Christmas Child, sum merkir jólabarnið. Á jólum verða øll børn jólabørn, tí tá vænta øll børn, rík sum fátøk, at fáa eina gávu – men tað eru milliónir av børnum runt um í heiminum, sum standa við tómum hondum eisini á jólum!

Tað eru hesi børnini, sum Franklin Graham ynskir at signa um jóltíðir, og tí stovnaði hann felagskapin Christmas Child, sum á hvørjum árið savnar inn 8 milliónir skógvaeskjur fullar við gávum, sum síðani verða sendar til 130 lond. Tað verður mett, at hjálparfelagsskapurin Christmas Child við sínum skógvaeskjum er heimsins størsta jólaátak.  

13 ÁR Í FØROYUM
Í Føroyum hevur Christmas Child virkað í 13 ár, og tað hava serliga verið børn í Rumenia, sum hugsað hevur verið um frá føroyskari síðu.

Aftur í ár verður savnað inn í Føroyum, og innsavningin er longu byrjað. Fyrsti kunningarfundur var í Kelduni í Skálabotni týskvøldið 31 august. Tað eru bæði einstaklingar, samkomur, felgasskapir, stovnar og fyritøkur, sum kunnu vera við í átakinum. Eskjurnar, sum verða innsavnaðar í ár fara til Rumenia eins og undanfarnu árini.

Hesi 13 árini í Christmas Child hevur virkað í Føroyum er talið av innkomnum skógvaeskjum vaksið ár um ár, tó við undantaki av einum  ári. Í fjør vórðu 5499 skógvaeskjur savnaðar inn, og fyrireikararnir vóna, at henda eina eskjan kemur við í ár, so samlaða tali í minsta lagi verða 5.500 eskjur. 

LANDSDEKKANDI KONTAKTIR
Tað eru samkomur, meinigheitshús, kirkjur og stovnar um alt landið, sum skipa fyri lokalum innsavningum, og sum eisini taka ímóti skógvaeskjum. Seinasta freist at lata inn eskjur er 30. oktober.

Lokalir kontaktpersónar, sum umboða Christmas Child, eru um alt landið. Um onkur samkoma,  stovnur  ella fyritøka ynskir at fáa vitjan av einum Christmas Child umboði, ber til at seta seg í samband við eitt av teimum.

Á heimasíðuni hjá Christmas Child í Føroyum er yvirlit yvir allar kontaktpersónarnar og innsavningarstøðini, og eisini vegleiðing um hvussu man fyllir og pakkar eina tílíka skógvaeskju.

Heimasíðan: www.christmaschild.fo
Facebook: facebook.com/ChristmasChild.fo

Ein er vælkomin at seta seg í samband við onkran av hesum, fyri at fáa meira at vita:

Vágar: Osla Lauritsen, Sørvágur Tlf: 257677
Streymoy: Lissi, tlf: 217274 / Anna, tlf 282372 / Turið, tlf 518221
Eysturoy: Miriam, tlf 589000 / Hanna, tlf 723560
Norðoyggjar: Maria, tlf: 757077
Sandoy: Helena, tlf 278702
Suðuroy: Winnie, tlf 280031 / Karina, tlf 588588

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo