Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Summar Festivalurin kunnger í dag, at poppsangarin Christopher spælir á festivalinum í august.

25 ára gamli Christopher er sum skaptur til altjóða tónleikamarknaðin. Hann skrivar framúr sangir, syngur teir fantastiska væl við sínari ljósu og tryggu rødd, dugir sera væl at framføra á palli frammanfyri stórum fjøldum, og so hevur hann útsjónd sum eitt modell.

Christopher Nissen, sum vaks upp í Kastrup, byrjaði at spæla gittar og skriva sangir, longu tá ið hann var 12 ára gamal. Tá ið hann gekk í miðnámsskúla gjørdi hann ófráboðaða vitjan á skrivstovuni hjá plátufelagnum EMI í Keypmannahavn. Har spældi hann nakrar sangir fyri teimum og fekk ein sáttmála upp á standandi fót.

Í 2011 kom fyrsti sangurin hjá Christopher á marknaðin, og Against All Odds streyk inn á hitlistarnar. Tað gjørdi annar sangurin í røðini, Nothing In Common, eisini. Tá ið fyrsta útgávan Colours kom á vári í 2012, kundi Christopher staðfesta, at hann hevði fingið fótin fyri seg sum poppsangari.

Síðani hevur tað bert gingið ein veg – uppeftir – hjá evnaríka sangaranum við høgu røddini.

Í 2014 kom fyrsta altjóða gjøgnumbrotið við útgávuni Told You So, sum seldi sera væl og varð so nógv stroymd, at útgávan lá ovast á danska hitlistanum hjá Spotify í heilar sjey viku. Á sosialu miðlunum er poppprinsurin ein veruligur kongur, tí hann hevur sera nógvar fylgjarar á Instagram og aðrastaðni.
Christopher ger nú meira og meira um seg uttanfyri Danmark, og seinastu fýra stakløgini hjá honum, sum eru av seinastu útgávu hansara, Closer, eru útgivin á altjóða marknaðinum.

Nú kemur Christopher til Føroya at hava konsert á landsins størsta tónleikatiltaki – Summar Festivalinum, sum verður hildin 10. til 12. august.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo