Sambært seinasta yvirlitinum hjá Statcounter er marknaðarparturin hjá Chrome nú 66 prosent (allar eindir) ella um 70 prosent um vit bert tak PC-netlesarar.
Og í hesum døgum kemur Google við seinastu uppdateringini av Chrome, versjón 87, sum millum annað fer at hava stórar fyrimunir fyri battaríið í fartelduni.
Sambært blogginnleggi hjá Google, fer Chrome at gerast 25 prosent skjótari, opna heimasíður 7 prosent skjótari og brúka minni battarí og arbeiðsminni enn fyrr.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo