At skifta hjúnafelaga er bara at skifta einar trupulleikar út við aðrar
- Kathleen Norris

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Runavíkar havn og Visit Runavík: Runavíkar havn og Visit Runavík hava seinastu árini arbeitt saman við íbúgvunum í Funningi og í Elduvík um at menna ein leist í sambandi við móttøku av ferðamannaskipum. Hetta arbeiðið hevur tikið drúgva tíð, men er nú komið á mál og vitjaninar verða skipaðar til frama fyri allar partar. Tikið verður í mesta lagi ímóti 3 skipum um árið í hvørjari bygd.

Fríggjadagin 19. mai vitjar ferðamannaskipið Ocean Adventurer í Funningi. Hetta sama skip vitjaði eisini í fjør, og var hetta fyrsta skipið, sum vitjaði bygdina. Vitjanin var so væl eydnað, at reiðaríið bílegði alt fyri eitt pláss aftur í ár.

Skipið fer at liggja fyri akker uttanfyri Funning, og ferðafólkini verða førd í land við gummibátum. Cruisetoymið, ið er samansett av fólki í Funningi, Runavíkar Havn og Visit Runavík, er sera spent og til reiðar at taka væl ímóti bæði ferðafólkum og manning.

Ymiskt verður at uppliva hendan dagin, m.a. verður kafé og søla av minnislutum í skúlanum, sálmasangur og vitjan í kirkjuni, søgulig framsýning í Ólvustovu, spákingartúrar í bygdini við ferðaleiðara, føroyskur dansur í dansistovuni og gongutúrar niðan á Hvíthamar og Slættaratind við lokalum ferðaleiðarum. Harumframt vera ASK ME- fólk í bygdini til reiðar at hjálpa og leiðbeina.

Ocean Adventurer er 100 m langt og umborð eru umleið 100 fólk. Skipið kemur kl. 7.00 og fer avstað kl. 17.00. Fyrsti bátur kemur inn á lendingina kl. 8.45. Umboðsfelagið í Føroyum er Faroe Ship.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo