Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Ingilín Didriksen Strøm, landsstýrismaður í umhvørvismálum
Evni: Dálking tá borað verður fyri jarðhita

Spurningar:
1. Metir landsstýrismaðurin treytirnar fyri at bora fyri jarðhita vera nøktandi?

2. Verða kanningar gjørdar av, hvørja ávirkan dálkingin av at bora jarðhitahol hevur á áarlívið í Føroyum?

3. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hví vatn frá jarðhitaboringum rennur út í áirnar?

4. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, um Umhvørvisstovan saman við kommununum hevur ætlanir at skipa hetta betur?

Viðmerkingar:
Serliga nú, tá lítið vatn er í áunum, sæst týðiliga, hvussu nógv boringin av jarðhitaholum dálkar áarlívið.

Eyðgleiðingar hesar seinastu vikurnar vísa, at áin oman gjøgnum Miðvág er brún av grótgrúsi, tá borað verður í býlingum í bygdini.

Grúsið leggur seg á botnin í ánni, men tá meira vatn er í henni, rennur hetta helst út á sjógv.

Hetta er neyvan eindømi í Føroyum. Tað, sum er ein góð grøn umlegging, skal helst ikki gerast ein staðbundin náttúrudálking um somu tíð.

Tað er Umhvørvisstovan saman við kommununum, sum gevur loyvi til hesar boringar.

Fyri at fáa at vita, um treytirnar eru í lagi í ymsu økjunum í Føroyum, og fyri at fáa at vita, hvørja ávirkan boringarnar hava á náttúru og lívið í áum og sjógvi, verður hesin fyrispurningur settur.

Á Løgtingi, 15. juni 2023
Jóhannis Joensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo