40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fólkakirkjan: Klokkan er ikki hálvgum tólv, tá klokkarin í Mikladals kirkju kemur í forkirkjuna – hin 77 ára gamli Dánial Eliassen.
Hann veit, hvørjar uppgávur hann hevur at loysa, áðrenn gudstænastan skal byrja, henda 4. sunnudagin eftir páskir. Í dag verður tað Eyðun, ið skal lesa lesturin, men fyri Dánial skal kirkjan gerast klár, líkamikið um prestur vitjar ella deknur er í hansara stað.

Tað er lýtt og fjálgt inni í hesi hugnaligu bygdarkirkjuni. Sálmarnir eru komnir upp at hanga, og nú skulu tey bæði stóru ljósini á altarinum tendrast. Og so var okkurt smáting aftrat, áðrenn hann fer upp í tornið at ringja hesa deknagudstænastuna inn.
Beint sum klokkan er 12 byrjar Dánial at ringja. Deknurin er komin at sita í sínum plássi, og organisturin situr við elektriska klaverið uppi á loftinum, klárur at spæla dagsins preludium.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo