Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Í hesi vikuni verður nýggj barnabók eftir Dánial Hoydal borin út í handlarnar. Bókin kallast Abbi og eg og abbi, og hon snýr seg um at hava ein abba, ið broytist og er farin at gloyma.

Brot úr bókini:

”Abbi og eg eru væl. Vit geva dunnunum saman, og hann lesur søgur fyri mær, og so dugir hann so væl at roksa og flenna eftir tí aftaná. Men einaferð roksar hann bara og flennir ikki aftaná. Hvat man vera hent við abba?”

Dánial Hoydal hevur skrivað, og Annika Øyrabø hevur myndprýtt við vøkrum pappírsklippum.  Bókin er til børn, sum eru umleið 4-7 ár. Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bókina út.

Á Mentanarnáttini 4. juni kl. 19 verður bókaframløga í Gamla Bókahandli við nýggju barnabókini hjá Dániali Hoydal. Stjórin á Bókadeildini bjóðar vælkomin, høvundurin lesur upp úr bókini, og harumframt fer Eilen Anthoniussen, bókmentafrøðingur og samskipari av Føroyar lesa, at hava eina samrøðu við høvundin. Tiltakið er eitt samstarv millum H. N. Jacobsens Bókahandil, Bókadeildina, Føroyar lesa og Alzheimerfelagið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo