Frá 1. mars bleiv tað ólógligt í Danmark at gjalda meira enn 14.999 krónur við reiðum peningi - tað sonevnda kontantloftið. Danir hava lækkað markið í fleiri umførum, í 2013 varð tað lækkað úr 100.000 kr til 50.000 kr, í 2021 varð tað lækkað til 20.000 og 1. mars í ár var markið enn einaferð sett niður, so tað nú eitur 15.000 kr.
Finans.dk skrivar, at hetta er partur av hvítvaskreglunum og liður í stríðnum ímóti svørtum pengum.
Í Føroyum er tó øðrvísi. Her er kontantloftið framvegis 50.000 kr.
VP hevur spurt Ruth Vang, landsstýriskvinnu við ábyrgd av fíggjarmálum, um nakrar ætlanir eru at lækka loftið í Føroyum eisini. Men tað eru tað ikki, sambært henni.
- Tað er ikki nakað, vit hava tosað um. Men eg fái ikki svarað júst her og nú uppá, um hetta er nakað sum møguliga er á veg, sigur Ruth Vang í stuttari viðmerking.
Herfyri avtóku danir 1.000 krónu seðilin, eisini fyri at tálma hvítvasking og svørtum arbeiði. Í januar spurdi Hanna Jensen, tingkvinna, um landsstýrið hevði nakrar ætlanir hesum viðvíkjandi. Ruth Vang, landsstýriskvinna, svaraði, at landsstýrið ongar ítøkiligar ætlanir hevur um at gera broytingar viðvíkjandi føroysku pengaseðlunum.
- Møguligar broytingar viðvíkjandi føroysku pengaseðlunum verða bert framdar, um føroysk viðurskifti gera, at tað er neyðugt, t.d. við atliti at fyribyrgja hvítvasking og fíggjarligan kriminalitet. Sambært lóg um pengaseðlar vm. í Føroyum verður hetta gjørt eftir avtalu millum Statsministeriiðog Landsstýrið. Landsstýrið er farið undir at kanna, um tørvur er á at gera broytingar, segði Ruth Vang í tinginum tá hon svaraði.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo