40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Stjórnarsamráðingarnar í Danmark eru komnar undir land, tað eydnaðist at skipa eina stjórn "henover midten" sum nógv hevur verið tosað um í Danmark bæði áðrenn og eftir valið, og nú er greitt, hvør fer at manna teir ymsu ráðharrapostarnar.

Mette Frederiksen heldur fram sum forsætisráðharri, Lars Løkke Rasmussen verður uttanríkisráðharri og Jakob Ellemann-Jensen verður verjumálaráðharri.

Tað eru Sosialdemokratarnir, Vinstri og Moderatarnir sum standa aftanfyri nýggju stjórnina.

- Vit hava lagt eina kabal sum ger, at henda stjórnin er so sterk sum gjørligt, segði Lars Løkke Rasmussen millum annað á tíðindafundi í dag.

Nevnast kann, at Danmark fer at økja verjuútreiðslurnar við 18 millardum krónum.

Heili 23 ráðharrar eru við í nýggju stjórnini. 15 menn og 8 kvinnur.

Ríkisfelagsskapurin hoyrir vanliga undir forsætisráðharran, men nevnast kann eisini, at ráðharri í norðurlandamálum verður Louise Schack Elholm úr Vinstra. Hon hevur eisini Kirkjumál og landdistrikt undir sær.

DR hevur yvirlit yvir allar ráðharrarnar og meira um stjórnargrundarlagið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo