

Danmark er heimsins minst korrupta land.
Tað vísir árliga uppgerðin hjá felagsskapinum Transparency International.
Danmark fær 90 stig útav 100 møguligum.
Í hinum endanum liggur Somalia við 12 stigum saman við Sýria og Suðursudan.
Hini norðurlondini eru eisini ovaliga á listanum. Av norðurlondum er Ísland niðast.
Tá Transparencey International skal taka dagar ímillum, hvørji lond eru tey mest muturfongdu, spyrja tey millum annað landsins íbúgvar eins og tey sum hava samhandil við landið, hvussu tey uppliva korruptiónina í landinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo