Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Á lista yvir tal av krabbameinstilburðum per 100.000 íbúgvar liggur Danmark ovast.

Men tølini koma als ikki óvart á yvirlæknan og konsulentin í Kræftens Bekæmpelse, Hans Storm.

- Vit roykja meira og hava roykt meira enn onnur. Millum kvinnur hava vit verið á odda í heiminum. Og sjálvt um tað hevur eydnast at fáa fólk at leggja av at roykja, so skulu vit gjalda prísin fleiri ár framyvir, sigur Hans Storm við Ekstrablaðið.

Og meðan danir framvegis roykja illa, so verður eisini drukkið ov nógv.

Tað sæst eisini á tølunum, tí verður hugt nærri at slagnum av krabbameini, so eru tað trý sløg gera munin.

- Tað er sjálvandi lungnakrabbi, men eisini tey sløgini av krabbameini sum eru sett í samband við alkohol, bróstkrabbi og krabbamein í langanum. 15 procent av øllum tilburðum av bróstkrabba koma av ov høgum brúki av alkoholi, sigur Hans Storm.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo