Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Klaksvíkingar eru raskir at kapprógva á ólavsøku, og sum tað ikki er nóg mikið, so fara teir eisini at undirhalda á bryggjuni í ár, tá ið tríggir limir úr klaksvíksbólkinum Danny & The Veetos fara at spæla í Homlulandi frá klokkan 14 til 17.

Talan er um teir tríggjar Danny Baldursson, Páll Brim Joensen og Robert Waagstein, sum fara at jamma og undirhalda fyri børnum og vaksnum við gittara, ukulele, trummum og sangi, meðan kappróðurin er.

Tónleikurin hjá Danny & The Veetos er ein løtt blanding av fólkatónleiki og popptónleiki, og eitt tað kendasta lagið hjá teimum er "Sunnukvøld í mai," eisini kent undir navninum "Tú fylgir við." Bólkurin hevur annars givið út fleiri løg og spælt á ymsum festivalum, seinast á G!, og nú koma teir tríggir limirnir í bólkinum so at undirhalda á ólavsøkuróðrinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo