Fyrrverandi uttanríkismálaráðharrin í Eysturríki, Karin Kneissl, hevur tikið seg burturúr størsta oljuframleiðslufelagnum í Russlandi, Rosneft.
Tað sigur Rosneft í eini fráboðan í dag, sambært VG.
Myndir av táverandi eysturríkska ráðharranum sum dansaði við forsetanum í Russlandi, Vladimir Putin, flugu runt allan heimin í 2018. Putin forseti var tá gestur í brúdleypinum hjá Kneissl.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo