Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Fyrsta staklagið frá leingi væntaðu fløguni „Handan stjørnurnar“ við tónleiki eftir Elina Brimheim Heinesen hevur heitið „Søti mín“ og kemur út 22. juni 2018.

Elin Brimheim Heinesen er føroysk songkvinna og sangskrivari, sum hevur verið virkin á føroyska tónleikapallinum síðani mitt í 70‘unum. Elin er kanska mest kend sum onnur helvtin av NALJA, sum síðst í 80‘unum gav út eitt kassettuband við væl umtóktum løgum sum „Á, tann deiliga Havn“, „Sjeikurin“ og „Eitt dýpi av dýrari tíð“.

Hóast Elin leingi hevur verið virkin sum tónleikari, hevur hon higartil einans tvær útgávur á baki: NALJA saman við Kára Linderoth Jacobsen í 1988, har tey skrivaðu fimm løg hvør, og so útgávuna „Yndisløg – Ein ferð aftur í farnar tíðir“ saman við Ad Libitum, sum kom í 2010 við kendum evergreens.

Leingi væntaða fløgan „Handan stjørnurnar“ við 12 løgum hjá Elini er í roynd og veru tann fyrsta fløgan, hon gevur út sum einstaklingur. Fløgan kemur á marknaðin leygardagin 7. juli 2018. Fyrsta staklagið av fløguni hevur heitið „Søti mín“ og verður slept fríggjadagin 22. juni 2018.

Fyrsta staklagið av fløguni „Handan stjørnurnar“
Staklagið „Søti mín“ er eitt dansivinaligt blueslag við ferð á, 4 minuttir og 30 sekundir til longdar, spælt í einum stíli, sum fólk kanska ikki vænta frá Elin‘sa síðu. Men Elin sang bæði blues og jazz í sínum ungu døgum, so fyri hana er tað ikki fremmant at syngja blues. Hentze Horns spæla útsetingina fyri blásiljóðføri, sum Arnold Ludvig hevur gjørt.

Lagið skrivaði Elin, tá hon og (tá komandi, nú fyrrverandi) maður hennara júst vóru flutt saman. Sum skilst á sangtekstinum, vóru tey rættiliga forelskað.

– Forelskilsi kveikir ofta til skapandi virksemi og gav mær íblástur til henda kærleikssang, sigur Elin og heldur fram: – Tá eg skrivaði lagið, sum bæði er romantiskt og kanska eitt sindur smáerotiskt, ímyndaði eg mær okkum bæði einsamøll, púra burturi í hvørjum øðrum í einum tøttum dansi, har einki annað er til uttan tað, vit sansa her og nú. Hugsaði, at hetta lagið hóskar seg væl at lurta eftir og dansa til júst hesa árstíðina, har summarsins ljósu nætur og litríki gróður rúsar okkum, og ástin ofta floymir millum fólk.

Les meira um Elina Brimheim Heinesen her: http://heinesen.fo

Fylg Elini her: https://www.facebook.com/ElinBrimheimHeinesen/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo