Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Hósdagin 7. oktober kemur danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod, til Føroya.

Seinnapartin hósdagin hava Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum og Jeppe Kofod fund í Tinganesi.

Á skrá fyri fundin er m.a. viðurskiftini millum Føroyar og ES, langtíðarætlan fyri arktiska arbeiðið hjá londunum báðum og samstarv á uttanríkis- og trygdarpolitiska økinum.

Fríggjamorgunin kl. 9 hava Jenis av Rana og Jeppe Kofod tíðindafund í Salinum í Tinganesi.

Fríggjadagin skal danski uttanríkisráðharrin hitta Løgtingsins Uttanlandsnevnd. Eisini verður vitjað hjá Bakkafrosti á Glyvrum.

Uttanríkisráðharrin fer av landinum aftur fríggjadagin seinnapart.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo