

Danska heilsumálaráðið arbeiðir við at fáa til vega eitt covid-19-vaksinupass, sum verður klárt heilt skjótt í 2021.
Í fleiri øðrum londum verður tað eisini arbeitt við ymiskum digitalum loysnum á hesum øki, skrivar DR.DK.
Ein sveisiskt fyritøka hevur í samstarvi við World Economic Forum ment appina CommonPass, sum skal gera test- og vaksinustøðuna hjá viðkomandi til eina QR-kotu, sum kann skannast á floghavnini.
Fleiri stór flogfeløg sum United, Lufthansa, Swiss International Airlines og Virgin Atlantic testaðu loysnina í endanum av 2020. Og altjóða Airports Council International, sum umboðar 2000 floghavnir, testar eisini CommonPass.
Eisini IATA arbeiðir við eini altjóða loysn nevnd IATA Travel Pass Initiative.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo